Sum ikki einaferð er tað Bartal sum bjargar mær, við at tekna okkurt sum í øllum førum minnir um tað sum eg hevði fyristillað mær. Royndi eitt sindur sjálvur, fyrst, men tað var sum at perla í boksihandskum 🙂
Og so grundigur sum bróður nú einaferð er, so hevur hann eisini gjørt eina útgávu til nýstovnaðu Facebook-síðuna hjá svimjing.com. Við litum sum sum hóska betur til litsamansetingina har.
Nú mugu tit endiliga siga frá, um vit onkunsvegna av óvart eru komnir at stjala okkurt verandi búmerki. Eg haldi ikki, eftir at hava hugt ígjøgnum eitt ótal av “wave logo” leitinum á Google. Men man veit jú aldrig.
onkrum nørdasligum sum Symantec logo, sum so er lagt vatnrætt? Men halló, tað gevur sjálvandi meining at tað er vatnrætt 😉
Men fínt logo, tillukku.
Symantec skulu bara passa uppá at teir ikki fáa allar kinesarar eftir sær, so nógv sum teirra búmerki minnir um eitt speglvendt Yin & Yang:
http://en.wikipedia.org/wiki/Yin_yang
(annars er tað mest nørdasliga í hasum hjá okkum báðum Bartali, at okkara alda er ein perfekt sinus-alda. Go calculate 🙂
Hopi tit hava clearað við Pepsi.
Picture courtesy of thanr, cc by-nc
(Just for the record)
Picture courtesy of mashroms, cc by-nc-nd

Tað eru ikki øll sum halda tað vera líka væleydnað
http://gawker.com/5150582/breathtaking-document-reveals-pepsis-logo-is-pinnacle-of-entire-universe
Tankin var ógvuliga einfaldur: At búmerkið onkunsvegna skuldi vera av eini aldu, ið jú er ímyndin av vatn í rørslu. Ein felagsnevnari fyri alt sum hevur við svimjing at gera.
Vit hava roynt okkum við ymiskum uppifrá, tí tað samstundis hevði minnt um eitt typiskt radiobúmerki, av ljóðbylgjum. Men tað var øgiliga ringt at gera einfalt.
Tí bleiv tað til hetta, av eini aldu frá síðuni av, ið eisini passar rættiliga væl við hvar eg í øllum førum ynski at sviming.com skal vera, tá ið varpað verður frá svimjing. So nær at vatninum sum gjørligt 🙂
Míni evni at tekna eru ógvuliga avmarkað, og tí bleiv uppskotið sum Bartal sá bara ein fýrakantur við eini sinus-aldu í. Og ja, hon var teknað við hjálp av einum matematikk-funktións-plugin til eitt open source tekniforrit.
So avrundar hann tað og snøggar um. Og so enda vit her, við nøkrum sum nærmast ómøguliga kann vera originalt, við tað at tað er so einfalt. Eg leitaði leingi eftir “wave logo” við Google Image Search, men fann tó ikki nakað sum líktist soleiðis beinleiðis.