Birita juniormet og gull í seniorkapping

Reykjavík International Games 2010 er nú avgreitt, við hópin av góðum føroyskum úrslitum. Birita Debes megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg í seniorbólkinum, og setti tá nýtt føroyskt juniormet. Birita vann eisini silvur í 200 rygg fyri seniorar, og Turið S. Christiansen silvur í 100 bringu fyri seniorar, har tíðin hjá Turið í 100 bringu var nýtt føroyskt juniormet á 1:19.03. Og Monika Biskopstø úr Klaksvík vann bronsu í 400 frí fyri seniorar, við nýggjum føroyskum juniormeti á 4:41.81, umframt at hon við tíðini 2:43.19 setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 firvald.

RIG060

[Myndatekstur: Poula, Birita og Guðrun tosa við Turið]

Í nøkur ár hevur tað verið siðvenja hjá føroyskum svimjarum at luttaka til Reykjavík International Games, men í ár er upptaktin broytt. Svimjisambandið hevur havt 16 ungdómssvimjarar á venjingarlegu í Reykjavík, eina viku innan stevnuna. Eisini hava Ægir og Suðuroyar Svimjifelag havt 10 svimjarar á venjingarlegu í Reykjavík sama tíðarskeið. Nú RIG er liðugt fyri í ár fara 8 svimjarar úr Havnar Svimjifelag til Akureyrar á venjingarlegu í 50 metra hyli. HS verður í Akureyri fram til 25. januar. Alt í alt sera góðar fyrireikingar til millum annað Norðurlendskt Ungdóms Meistarastevnuna í Oslo, fyrsta vikuskifti í juli. NUM er fyri dreingir 15 og 16 ár og gentur 13 og 14 ár.

Tilsamans vunnu føroyingar 12 gull, 20 silvur og 12 bronsuheiðursmerki á leikunum, harav 1 gull, 4 silvur og 2 bronsu vóru í seniorkapping. Og hartil hava tey sett 4 føroysk met og 13 juniormet, umframt at tey allarflestu hava sett persónlig met.

Heiðursmerki

Svimjarar árgang 1995 og eldri

400 frí kvinnur: Monika Biskopstø bronsa
50 rygg kvinnur: Birita Debes gull
100 rygg kvinnur: Birita Debes silvur
200 rygg kvinnur: Birita Debes silvur
100 bringa: Turið S. Christiansen silvur
200 bringa: Turið S. Christiansen silvur

50 rygg menn: Magnus Jákupsson bronsa

Heiðursmerki árgang 1996 og yngri

50 frí gentur: Cecilia Eysturdal silvur
100 frí gentur: Jóhanna Egholm bronsa
200 frí gentur: Cecilia Eysturdal silvur
400 frí gentur: Cecilia Eysturdal gull
800 frí gentur: Cecilia Eysturdal silvur
50 rygg gentur: Jóhanna Egholm bronsa
100 rygg gentur: Jóhanna Egholm gull, Cecilia Eysturdal silvur
50 bringa gentur: Tanja Skaalum gull, Turið S. Christiansen silvur
100 bringa gentur: Turið S. Christiansen gull, Tanja Skaalum silvur
200 bringa gentur: Turið S. Christiansen gull, Tanja Skaalum silvur
200 firvald gentur: Óluva Jacobsen bronsa
400 blandað gentur: Turið S. Christiansen silvur

50 frí dreingir: Eyðbjørn Joensen silvur
100 frí dreingir: Eyðbjørn Joensen gull, Óli Mortensen bronsa
200 frí dreingir: Eyðbjørn Joensen gull, Alvi Hjelm silvur
400 frí dreingir: Eyðbjørn Joensen gull, Alvi Hjelm silvur, Óli Mortensen bronsa
1500 frí dreingir: Óli Mortensen gull, Eyðbjørn Joensen silvur
50 rygg dreingir: Eyðbjørn Joensen silvur, Alvi Hjelm bronsa
50 bringa dreingir: Óli Mortensen gull, Eyðbjørn Joensen silvur, Markus Joensen bronsa
100 bringa dreingir: Markus Joensen bronsa
50 firvald dreingir: Eyðbjørn Joensen silvur
100 firvald dreingir: Markus Joensen bronsa
200 blandað dreingir: Eyðbjørn Joensen gull, Óli Mortensen bronsa
400 blandað dreingir: Eyðbjørn Joensen silvur

Met

Føroysk met

200 bringa kvinnur: Turið S. Christiansen fyrst 2:47.76 í innleiðandi, síðani 2:44.81 í finaluni
– Malan V. Bærendsen átti metið á 2:50.31 frá Reykjavík International í 2008

200 firvald kvinnur: Monika Biskopstø 2:43.19
– Ann Mari Midjord átti metið á 2:54.89 frá Reykjavík International í 2009

400 blandað menn: Magnus Jákupsson 5:02.44
– Andrass Thomsen átti metið á 5:03.82 frá Reykjavík International í 2005

Føroysk juniormet

200 frí gentur: Monika Biskopstø fyrst 2:17.53 í innleiðandi, síðani 2:15.56 í finaluni
– Eingin átti metið, men SSF hevði ásett kravtíð 2:18.14 til at kunna seta juniormet

400 frí gentur: Monika Biskopstø 4:41.81
– Eingin átti metið, men SSF hevði ásett kravtíð 4:50.43 til at kunna seta juniormet

50 rygg gentur: Birita Debes fyrst 31.69 í innleiðandi, síðani 31.18 í finaluni
– Birita átti sjálv juniormetið á 32.27, frá HM í Rom í fjør summar

100 rygg gentur: Birita Debes fyrst 1:09.38 í innleiðandi, síðani 1:19.03 í finaluni
– Birita átti sjálv juniormetið á 1:10.30 frá HM í Rom í fjør summar

100 bringa gentur: Turið S. Christiansen fyrst 1:19.20 í innleiðandi, síðani 1:19.03 í finaluni
– Eingin átti metið, men SSF hevði ásett kravtíð 1:19.99 til at kunna seta juniormet

200 bringa gentur: Turið S. Christiansen fyrst 2:47.76 í innleiðandi, síðani 2:44.81 í finaluni
– Eingin átti metið, men føroyskt met sjálvsagt eisini juniormet, um svimjarin hevur aldur til juniormet

200 firvald kvinnur: Monika Biskopstø 2:43.19
– Eingin átti metið, men føroyskt met sjálvsagt eisini juniormet, um svimjarin hevur aldur til juniormet

400 blandað menn: Magnus Jákupsson 5.02.44
– Eingin átti metið, men føroyskt met sjálvsagt eisini juniormet, um svimjarin hevur aldur til juniormet

Ein fullfíggjaður listi yvir føroysku luttøkuna kann síggjast her:
https://spreadsheets.google.com/ccc?key=0AokY2dEDfECkdG5NZjltTHNaZVRfTTVUbkZ5cGRrX3c&hl=en

Næsta avbjóðing hjá føroyska svimjisambandinum verður, at 16 av okkara bestu svimjarum skulu testast, nú leygardagin tann 23. januar, av estiska professaranum Rein Haljand.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

3 thoughts on “Birita juniormet og gull í seniorkapping”

  1. Gloymdi burtur at úrslitini frá innleiðandi 400 frí ikki vóru komin enn, á hasi live timing síðuni.

    Men sambært http://www.aegir.is so vann hon kappingina í juniorbólkinum, um eg dugi at tulka tað rætt:
    http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/urslit_hluti_4_junior.pdf

    Ivist eitt sindur, við tað at ein onnur 14 ára gomul gjørdist nr 5 í samlaðu støðuni av innleiðandi riðlum (íroknað seniorar), har Cecilia gjørdist nummar 6. Men tað er kanska okkurt við um tær eru føddar áðrenn ella aftaná jól eot.
    http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/urslit_hluti_4.pdf

    Anyway, vit gita gull, og tað er so koyrt uppí handan listan, her omanfyri, á Google Docs og á http://www.ssf.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.