Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International

Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Men tó smæðast føroyingarnir ikki burtur, nú okkara unga lið er styrkismett til at kunna taka 1 gull, 4 silvur og 2 bronsu í seniorbólkinum, og sikkurt eina rúgvu eisini í juniorbólkinum.

CIMG1734

[Myndatekstur: Landsliðshópurin Reykjavík International 2010. Standandi frá vinstru: Karina Petersen, Sofus Bech, Magnus Jákupsson, Cecilia Eysturdal, Heðin L. Olsen, Guðrun Mortensen, Jóhann Heðinsson, Turið S. Christiansen, Tanja Skaalum, Bjarni M. Petersen, Jonna B. Thomsen, Sonni Eliasen. Húkandi frá vinstru: Jóhanna Egholm, Birita Debes, Poula Ø. Mohr, Astrið Foldarskarð. Monika Biskopstø og Helena Sævarsdóttir vænta á myndini.]

Av íslendskum svimjarum kunnu nevnast Jakob Jóhann Sveinsson, sum í november gjørdist íslandsmeistari í 200 bringu við heimsklassatíðini 2:07.75, og sum síðani var ein av størstu profilum í landsdystinum ímóti Føroyum. Hartil 5 av 6 íslendskum luttakarum á evropeisku meistarastevnuni í Istanbul í desember, 10 av 11 luttakarum á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Bergen, og 15 av teimum 16 sum kappaðust ímóti Føroyum í Tórshavn í november.

Alexander Dale Oen er norskur bringusvimjari, sum vann silvur í 100 bringu á OL í Beijing í 2008, umframt at gerast evropameistari í 100 bringu á EM í Eindhoven tað árið. Alexander er ein av teimum fáu sum í 2009 valdu at svimja uttan hesar tiltiknu ‘superdraktir’, og rakk tað kanska netupp tí ikki somu tindar í 2009, sum í 2008. Men serfrøðingar meta at hann er ein av teimum, sum veruliga kann fara at gera um seg aftur, nú hesar superdraktir eru vekk.

Hóast allar hesar profilar, so eru okkara svimjarar til tíðir menntir at sníkja seg upp í millum teir bestu av teimum, á styrkismetingarlistanum.

Bestu vánir sambært tilmeldingartíðum:

  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes bestu tíð
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr næstbestu tíð
  • 100 rygg kvinnur: Birita Debes næstbestu tíð
  • 200 rygg kvinnur: Birita Debes næstbestu tíð
  • 100 rygg menn: Magnus Jákupsson næstbestu tíð
  • 50 rygg menn: Magnus Jákupsson triðbestu tíð
  • 200 rygg menn: Magnus Jákupsson triðbestu tíð

Og tá skal sigast, at styrkismetingarlistin ikki tekur hædd fyri, at summir av svimjarunum hoyra til juniorbólkin. Vit hava nógvar svimjarar árgang 1996 og yngri, sum tí burdi ligið nógv betri fyri, um har var ein startlisti eisini bara fyri juniorar.

Startlistin til Reykjavík International sæst her á www.aegir.is:
http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/keppendalisti.pdf

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á Google Docs:
http://spreadsheets.google.com/ccc?key=0AokY2dEDfECkdG5NZjltTHNaZVRfTTVUbkZ5cGRrX3c&hl=en

Tað verður dagført so hvørt sum tey kappast, og hartil verður dúgliga fylgt við á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.

Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Eitt sindur av bakgrundsdáta

Íslendska landsliðið á EM í Istanbul í desember 2009

  • Davíð Hildiberg Aðalsteinsson, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Sindri Þór Jakobsson, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Hrafnhildur Lúthersdóttir, SH – luttekur á RI 2010
  • Inga Elín Cryer, ÍA – luttekur á RI 2010
  • Ingibjörg Kristín Jónsdóttir, SH – luttekur á RI 2010
  • Ragnheiður Ragnarsdóttir, KR – luttekur á RI 2010

sí http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1921&ib_page=119&iw_language=is_IS

Íslendska juniorlandsliðið á NJM í Bergen í desember 2009

  • Anton Sveinn Mckee, Ægir – luttekur á RI 2010
  • Gunnar Örn Arnarson, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Gunnar Ólafsson, KR – luttekur á RI 2010
  • Hrafn Traustason, ÍA – luttekur á RI 2010
  • Orri Freyr Guðmundsson, SH – luttekur á RI 2010
  • Eygló Ósk Gústafsdóttir, Ægir – luttekur á RI 2010
  • Elín Erla Káradóttir, Óðni – luttekur á RI 2010
  • Halldóra Sigríður Halldórsdóttir, Óðni
  • Lilja Ingimarsdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Salome Jónsdóttir, ÍA – luttekur á RI 2010
  • Kolbrún Jónsdóttir, KR – luttekur á RI 2010

sí http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1920&ib_page=119&iw_language=is_IS

Íslendska landsliðið í landsdystinum ímóti Føroyum í november 2009

  • Bragi Þorsteinsson; SH – luttekur á RI 2010
  • Birgir Viktor Hannesson, ÍA – luttekur á RI 2010
  • Jakob Jóhann Sveinsson, Ægir – luttekur á RI 2010
  • Kolbeinn Hrafnkelsson, SH – luttekur á RI 2010
  • Konráð Hrafnkelsson, SH – luttekur á RI 2010
  • Kristinn Ásgeir Gylfason, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Njáll Þrastarson, SH – luttekur á RI 2010
  • Sindri Snævar Friðriksson, SH – luttekur á RI 2010
  • Erla Hrönn Unnsteinsdóttir, Óðni – luttekur á RI 2010
  • Elfa Ingvadóttir, ÍRB
  • Jóna Helena Bjarnadóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Lilja María Stefánsdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Hildur Þórbjörg Ármannsdóttir, Óðni – luttekur á RI 2010
  • Diljá Heimisdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • María Ása Ásþórsdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
  • Lea Hrund Guðjónsdóttir, ÍA – luttekur á RI 2010

sí http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1919&ib_page=119&iw_language=is_IS

Føroyska luttøkan á Reykjavík International 2010

Ungdómslandsliðið hjá SSF

  • Astrið Foldarskarð, 1994, FLOT
  • Birita Debes, 1995, FLOT
  • Bjarni M. Petersen, 1992, Ægir
  • Cecilia Eysturdal, 1996, Ægir
  • Guðrun Mortensen, 1997, SuSvim
  • Heðin L. Olsen, 1994, Ægir
  • Helena Sævarsdóttir, 1994, SuSvim
  • Jóhann Heðinsson, 1995,FS
  • Jóhanna Egholm, 1996, FS
  • Jonna B. Thomsen, 1996, FS
  • Magnus Jákupsson, 1994, HS
  • Monika Biskopstø, 1994, Ægir
  • Poula Ø. Mohr, 1995, FS
  • Sofus Bech, 1994, SuSvim
  • Tanja Skaalum, 1997, SuSvim
  • Turið S. Christiansen, 1996, Ægir

Hartil hava feløgini sent hesar afturat til Reykjavík International 2010

Fuglafjarðar Svimjifelag (FS)

  • Anna Larsen, 1997
  • Durita Jógvansdóttir, 1999
  • Eyðrið Hansen, 1994
  • Pauli Ø. Mohr, 1991
  • Sunnleyg Eliasen, 1997

Svimjifelagið FLOT (FLOT)

  • Joan Kristina í Jákupsstovu, 1995
  • Jóhan Hermann Slættalíð, 1994
  • Ragnvaldur Jensen, 1989
  • Tróndur Olsen, 1992

Havnar Svimjifelag (HS)

  • Annika S. Olsen, 1996
  • Bartal Hestoy, 1992
  • Emma Nystrøm Festirstein, 1996
  • Markus Joensen, 1996
  • Óli Mortensen, 1996
  • Sudarat Niyomtham, 1995
  • Teitur Skoubo, 1995
  • Tummas J. Danielsen, 1994

Suðuroyar Svimjifelag (SuSvim)

  • Erna Katrin Olsen, 1996
  • Eyðbjørn Joensen, 1996
  • Hanna Nysted, 1994
  • Kristina Elin Thomsen, 1998
  • Sára Müller, 1993

Ægir (Ægir)

  • Alvi Hjelm, 1996
  • Eva Tryggvadóttir, 1996
  • Hjørtur á Fløtti, 1994
  • Óluva Jacobsen, 1997
  • Sigmund Mørkøre, 1995

10 thoughts on “Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International”

  1. Ikki fyri at taka nakað frá Turið S. Christansen, sum er ein ógvuliga evnaríkur svimjari. Men har er nokk eitt ella annað galið við hasari tilmeldingartíðini hjá henni í 400 blandað, síðani hennara 4:40.21 er so nógv betri enn føroyska metið hjá Elspu, á 5:27.85. So eg loyvi mær at pilka tann partin út aftur úr hesum skrivinum.

  2. Á Swimrankings stendur:

    400m Blandað: CHRISTIANSEN, Turid S 1996 – FAR Aegir 5:38.03 26 Sep 2009 Torshavn

    Og hesa kapping minnist eg væl, serliga tí at hon svam sera gott hendan dagin.

    So har er óiva onkur feilur komin í.

    1. Skal kanska viðmerkja at:
      4:40 óiva er meira enn nokk til eina finalu til EM í summar í 50m hyli fyri vaksnar kvinnur. Ja nú polyurethan (super) draktirnar eru vekk, so kanska eitt heiðursmerkið.

      J.B.

        1. Tað byrjar við einum dreymi, at hon setur sær eitt mál. Hon hevur jú evnur sum fá. So nú er “bert” eftir at arbeiða hart fyri tí.

  3. Havi hoyrt úr Reykjavík, at kappingin byrjar klokkan 16:00 og ikki sum fyrr sagt kl.16:30

    Tað verður spennandi ;o)

  4. Øssur heilsar av kantinum í Laugardalshøllini: “Komu til Reykjavíkar um eitt tíðina í øllum góðum… fyrst á vandriheimið, fáa kømur og eitt sindur í búkin. Nú eru øll komin í svimjihøllina… øll hava tað gott… kapp byrja kl 16 so nú verður spennandi”

    1. Tey skifta ikki millum summar- og vetrartíð… men beint nú er hon so tann sama sum her í Føroyum.

      Hetta er júst nú váttað av hópinum í Íslandi, sum burdu vitað tað 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.