Startlistin til Reykjavík International er nú tøkur

So er startlistin tøkur á www.aegir.is, har vit millum annað síggja at føroyingarnir slettis ikki eru so illa fyri, í styrkismeting við hinar luttakararnar. Vit síggja eisini at norski OL silvurvinnarin Alexander Dale Oen aftur luttekur í ár, og at hann og Jakob Jóhann Sveinsson, sum tit kanska minnast frá landsdystinum í Føroyum, fara at standa fyri nokk størstu holmgongunum á allari stevnuni, í 50, 100 og 200 metra bringusvimjing. Í øllum førum tá ið tað kemur til heimsklassasvimjing, við tað at teir báðir eru høgt plaseraðir á heimsstyrkislistanum, og at tað tíverri ikki eru so nógv onnur heimsklassanøvn á startlistanum.

Føroyskir svimjarar í topp 10 av øllum luttakarum:

  • 50 rygg menn: Magnus Jákupsson (SSF) nr 3
  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes (SSF) nr 1, Poula Ø. Mohr (SSF) nr 5
  • 50 bringa menn: Pauli Ø. Mohr (FS) nr 5
  • 400 blandað kvinnur: Turið S. Christiansen (SSF) nr 1
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr (FS) nr 2
  • 50 frí kvinnur: Birita Debes (SSF) nr 7, Poula Ø. Mohr (SSF) nr 9
  • 400 blandað menn: Magnus Jákupsson (SSF) nr 10
  • 1500 frí menn: Óli Mortensen (HS) nr
  • 800 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal (SSF) nr 9
  • 200 rygg menn: Magnus Jákupsson (SSF) nr 3
  • 100 rygg kvinnur: Birita Debes (SSF) nr 2
  • 200 bringa kvinnur: Turið S. Christiansen (SSF) nr 4, Tanja Skaalum (SSF) nr 6
  • 100 frí menn: Pauli Ø. Mohr (FS) nr 5
  • 200 frí kvinnur: Birita Debes (SSF) nr 7
  • 400 frí kvinnur: Monika Biskopstø (SSF) nr 7, Cecilia Eysturdal (SSF) nr 9
  • 200 rygg kvinnur: Birita Debes (SSF) nr 2
  • 100 rygg menn: Magnus Jákupsson (SSF) nr 2
  • 100 bringa kvinnur: Turið S. Christiansen (SSF) nr 6, Tanja Skaalum (SSF) nr 8
  • 200 bringa menn: Ragnvald Jensen (FLOT) nr 10
  • 200 firvald kvinnur: Óluva Jacobsen (Ægir) nr 8, Monika Biskopstø (SSF) nr 9
  • 100 frí kvinnur: Poula Ø. Mohr (SSF) nr 7

Men bíða nú… startlistin sær fullkomiliga burtur frá aldursbólkunum, sum á Reykjavík International í ár eru at seniorar eru gentur og dreingir árgang 1995 og eldri, og at juniorar har eru gentur og dreingir árgang 1996 og yngri. Hetta merkir at til dømis Turið S. Christiansen, Óli Mortensen, Tanja Skaalum her omanfyri í veruleikanum ikki kappast ímóti øllum teimum sum eru á startlistanum, men hinvegin burdu verið heilt ovast á einum tilsvarandi junior-startlista.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.