Goodell vitjar venjingarleguna í Potsdam

Jón Bjarnason hevur sent okkum hesar myndir úr Potsdam, við teksti …

Brian Goodell

Fyrilestur við OL vinnara frá 1976 í Montreal og heimsmet 15:02,40, Brian Goodell Mission Viejo USA. Ein maður sum Hestoy sikkurt veit eina rúgvu um.

Tann næsti sum setti heimsmet var sjálvandi Salnikov sum tann fyrsti undir 15minuttir, 14:58,27 frá OL í Moskva 1980

Goodell verður her í nakrar dagar og prátar eina rúgvu um psykologi og málsetningar. Sera gott.

Pál & Hoffie

Hoffmann situr aftarliga undir liguna av Páli og hugsar um tað sum Goodell sigur. Hoffmann van HM í Perth í 1991 við nýggjum heimsmetið 14:50,36 eftir at Salnikov í 1983 fyri 3. ferð hevði sett heimsmet, tá við 14:54,76

Greg & Pierre

Ein mynd er av landsliðsvenjaranum í Open Water svimjing Greg Towle úr AUS. AUS fekk jú heimsmetið í 1500m “heim aftur” í 1992 eftir at USA við Goodell tók tað frá teirra Stephen Holland til US trials í 1976 (beint upp undir OL) Maðurin sum gjørdi tað fyri The Aussies var eingin annar enn Kieren Perkins, hann svam tá 14:48,40. Seinni fyri 3. ferð í hansara svimjikarrieru í august 1994 svam hann 14:41,66 í svimjibuksum!!! Grant Hacket hevur so seinni í Speedo FSII bodysuit sett nýtt heimsmet sum í dag ljóðar uppá 14:34,56 ein tíð sum sikkurt verður eitt sindur torfør at vinna á í svimjibuksum. Men einki er ógjørligt. AUS er her við teirra Open Water venjara fyri at tryggja sær, at tann næsti sum setur nýtt heimsmet í 1500m frí, er úr AUS.

Við síðuna av Greg er Pierre de Roubaix, venjari hjá Herman Heerden úr RSA. Hann meinar at Heerden hevur tað sum skal til fyri at snuppa metið frá Hackett, “um ikki onkur har yvuri frá ger tað fyrst”, og so hugdi hann yvir á “animal lane” her í Potsdam har sum 5 harðir hálsar liggja og svimja sum svakir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.