SSF skipar fyri svimjidegi í Sørvági

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komi og svimji

Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara vestur at greiða frá um svimjing, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.

Sorvagur 10 plakat

Við hesum tiltaka vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan. Tiltakið er hugsað fyri børnum í triðja flokki og eldri. Støðið í frálæru verður lagt eftir støði hjá svimjarinum.

Seinnapartin verður so skipað fyri eini svimjikapping millum børnini, og verða kappingar aftur her skipaðar so øll kunnu vera við.

CIMG0387

Skráin er hendan:

  • 10:00 – 12:00 Frálæra og venjing frá og við 3. flokki og uppeftir. Svimjararnir verða býttir í bólkar eftir førleika, og móttaka frálæru í svimjiteknikki og lívbjarging.
  • 13:30 Svimjikapping. Svimjararnir fáa møguleika at svimja eftir teirra førleika, tvs. eina longd, tvær longdir osfr. Allir luttakarar fáa prógv fyri luttøku
  • 15:00 Fundur um svimjing. Frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát. Væntandi tekur hetta í mesta lagi ein tíma.

Svimjisambandið vónar at vágafólk møtir fjølment.

Ynskja tit fleiri upplýsingar, so kunnu tit ringja til formannin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy á telefon 59 45 55.

4 thoughts on “SSF skipar fyri svimjidegi í Sørvági”

  1. Super tiltak 🙂
    Men bara viðmerkja, at komi og svimji skal stavast komið og svimjið av tí at tað er boðsháttur fleirtal … Just so you know 😛

    1. Hoyr túwe, “komé og stavé á tvyrré” 😉

      Rókur, hatta skal eg hoyra uppá HVØNN dag til venjing….

      Men hon er so fitt annars, at tað ger ikki so nógv ;o)

    2. Skal heilsa frá Hestoy og hinum, at hatta er “ynskiháttur”, ikki “boðsháttur”. Ella okkurt sovorðið.

      Nei, eg havi heldur ongantíð hoyrt um hatta, og helt tí eisini at tað var galið. Og fór síðani til mín persónliga málguru… sum segði at Hestoy hevði rætt. Ið sum kunnugt er tað ringasta sum kann henda, tá ið man heldur seg at hava rætt sjálvur.

      So altso, um eg skilji tað rætt, so ynskja vit bara at fólk skulu koma at svimja, heldur enn at krevja tað. Hatta er sgu ein at skriva sær aftanfyri oyrað, um enn tað sær forferdiligt út á skrift.

      Fyri ein sikkurheit skyld er yvirskriftin til hesa frásøgn “SSF skipar fyri svimjidegi í Sørvági”, heldur enn “Komi og svimji”. Hetta til at umganga at URL-ið skal broytast, tá ið eg ein dag fái rætt 🙂

      (URL-ið er adressan: http://www.svimjing.com/2010/01/07/story/ssf-skipar-fyri-svimjidegi-i-sorvagi)

      1. Hestoy farin at ynskja, ikki krevja… ?

        Til tað má eg siga, at aldurin ikki fer væl við honum 😉

        “krav” tíðir eru frá nú av bert vegleiðandi folkens 😉

        Skemt til síðis, ótrúliga gott tiltak. Vónandi eydnast tað gott. All the best.
        Her gongur sera gott í Potsdam.

        Jón B.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.