Mona 4:28.66 í 400 frí

Tað gekk heldur ikki væl hjá Monu Simonsen í dag, tá ið hon á evropameistarastevnuni í Istanbul svam innleiðandi 400 frí við tíðini 4:28.66, har hennara persónliga met og føroyska met er 4:19.54. Tað man serliga vera teir nógvu sjúkradagarnir í seinastuni sum gera seg galdandi her, við tað at hon var sjúk við krím upp undir landsdystin ímóti Íslandi fyri 14 døgum síðani, og so aftur krímsjúk í vikuni eftir landsdystin. Mona hevur nú bara 200 metrar frí eftir í morgin, har hon vónandi kann pressa seg til eitt eitt sindur betri úrslit, men annars er tað so avgjørt ikki gingið eftir vild hjá henni, her á EM.

Kári svimur ikki 100 rygg, og tí fara tey flestu av okkum her á Abdi Ipekci Arena nú at pakka saman, at náa bussin klokkan um ca 20 minuttir, heim á hotellið at løða upp til teir 1500 í morgin. Mona fór at svimja av nú, so tað er ikki heilt vist um hon og Jón og Thurid náa hendan fyrsta bussin heim. Men restina av okkum fara so, heim at eta, sova og kanska fáa okkum ein umgang av turkiskari massagnu (not!).

One thought on “Mona 4:28.66 í 400 frí”

  1. Mona kom sum tann síðsta upp í bussin, og fekk tí ferðaleiðarasetrið har frammi. So nú fara vit í song at fáa okkum ein blund, áðrenn døgverða klokkan 12. Ikki so galið, at vera komin heim aftur longu klokkan 11 (t.e. klokkan 9 føroyska tíð), eftir at hava verið til fyrst eina langa upphiting, og síðani svimjikapping.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.