Tíðindi frá SSF: Fyrsti dagur í Istanbul

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Tað gjørdust ikki til tey heilt stóru úrslitini hjá føroysku svimjarunum, fyrsta dag á evropameistarastevnuni á stuttgeil í svimjing í Istanbul.

CIMG1030

Pauli Ø. Mohr fekk ongantíð rættiliga fatur á vatninum, sum fyrsti føroyingur í fyrsta riðli av EM, og svam tí nakað verri enn sína bestu tíð. Tíðin gjørdist 23.67 í 50 frí, har hansara føroyska juniormet frá World Cup í Berlin í november er 23.24. Hann følir seg ikki so væl í sínari nýggju Jaked drakt, og fer tí at royna at svimja heldur í sínari Speedo LZR Racer drakt, í næstu kapping.

Kári J. á Høvdanum setti stórt persónligt met í 100 firvald, við tíðini 57.76, har tilmeldingartíðin hjá honum var 58.27. Men hann var tó ikki sjálvur heilt nøgdur við úrslitið, við tað at hann føldi at hann kundi hava svomið skjótari, um ikki hann hevði lagt so hart út. Orsøkin til at leggja hart út, var at hann gjørdist í so spenntur beint upp undir kapping, og tí kom til at svimja fyrstu longd kanska eitt hálvt sekund ov skjótt.

Pál Joensen kvinkaði sítt føroyska met eitt lítið vet niður, frá 3:40.16 til 3:40.12 í 400 frí, og kláraði við hesi tíð at kvalifisera seg til finaluna seinnapartin, sum áttandi besti svimjari av tíggju. Men hann og Jón Bjarnason hildu at gloppið niður til møguligt heiðursmerki var so mikið stórt, at hann heldur skuldi spara seg til 1500 metrar frí finaluna leygardagin, enn at svimja eisini 400 metra finaluna. So hann meldaði frá her.

Sum heild eru menn tó nøgdir við gongdina, nú fyrsti dagur er farin afturum. Vit kunnu staðfesta nú eftir at fleiri av kappingarneytunum hjá Páli í 1500 frí svumu 400 frí, at Pál enn ein góðan kjans til heiðursmerki, men at tað verður hart. Evropameistarin Colbertaldo betraði seg eitt sindur í 400 frí, frá 3:38.49 til 3:38.11, sum merkir at hann vælsagtans eisini fer at betra seg í 1500 metra frí. Mads Glæsner vann bronsu og setti flott norðurlendskt met við 3:36.82, har hansara nú fyrrverandi met frá World Cup í Berlin var 3:37.75. “Dark horse” Christian Kubusch forverraði seg frá 3:38.75 til 3:40.55, men í hansara stað kemur so Marcos Rivera Miranda, sum betraði seg frá 3:43.56 til 3:40.52. So tað verður bara spennandi, leygardagin kl 15:00, føroyska tíð.

Í dag eru tað so tey trý Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pauli Øssursson Mohr og Mona Simonsen, sum skulu svimja ávíkavist 50 metra ryggsvimjing, 100 metra frísvimjing og 800 metra frísvimjing. Tað vil siga absoluttu sergreinirnar hjá Kára og Monu, meðan Pauli trívist best á 50 metrum. Tíðarætlanin er hendan, við føroyskari klokkutið:

07:30 – Kári J. á Høvdanum 50 rygg, tilmeldingartíð 25.99 (sum er føroyskt met)
08:35 – Pauli Ø. Mohr 100 frí, tilmeldingartið 52.64
08:51 – Mona Simonsen 800 frí, tilmeldingartíð 8:58.61 (sum er føroyskt met)

Til ber at fylgja við svimjarunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, har tú kanst chatta við aðrar áskoðarar, umframt at síggja smá videobrot úr høllini í Istanbul. Um nakar sær turkisku sjónvarpsrásina “TRT 3”, so senda tey eisini beinleiðis sjónvarp frá innleiðandi riðlunum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu
Istanbul

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.