Triði dagurin til EM-stutthyljameistarkappingina liggur fyri framman. Árla á morgni eru Kári J. á Høvdanum og Mona Simonsen í hylinum. Kári svimur 100 rygg og Mona svimur 400 frí. Triði dagurin á altjóða svimjistevnum er harður, men vit vænta at síggja tey bæði legga til brots, hóast møði og turkiskt kaos.
Mona Simonsen skal í hylin um 07:50 leygarmorgunin í 400 frí, har hon er tilmeldað við tíðini 4:19.54. Mona hevur í dag svomið premieru-nervarnir av sær, so spennandi verður at síggja hvat hon megnar í morgin.
Kári J. á Høvdanum svimur 100 rygg umleið kl. 08:50, og er hann tilmeldaður við tíðini 0:55.66. Kári hevur sum fyrr nevnt arbeitt við nýggjum teknikki í rygg, enn hava tíðirnar ikki heilt verið har sum vóna, men hvør veit í morgin verður tað.
Triði svimjarin sum skal svimja í morgin er Pál. Hann er tilmeldaður við fjórðbestu tíð í 1500 frí, og skal tí svimja seinnapartin kl. 15. føroyska tíð, vónirnar eru stórar. Sjónvarpið sendir besta riðil í 1500 frí beinleiðis frá kl. 14.55.
Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á www.svimjing.com/live