6 heimsmet, fyrsta dag í Berlin

Russiski Fesikov setti sum kunnugt eitt í morgun, við 50.95 í 100 blandað, og fimm vórðu so sett afturat í finaluumfarinum av World Cup í Berlin, seinnapartin. Suðurafrikanski Cameron van der Burgh betraði um sítt heimsmet í 50 bringu á stuttgeil, við at svimja 25.25, har hansara met frá í august mánaða var 25.43. Avstralska Leisel Jones tók heimsmetið frá amerikansku Jessica Hardy, við at svimja 1:03.00, har heimsmetið frá í fjør var 1:03.72. Hardy var sjálv eisini undir heimsmetið, við 1:03.30. Týski Paul Biedermann svam 3:32.77, og knústi sostatt heimsmetið hjá Grant Hackett frá 2002, sum var 3:34.58. Mads Glæsner varð nummar tvey í hesi kapping, við flottum norðurlendskum meti á 3:37.75. Japanska Shiho Sakai setti heimsmet í 200 rygg við tíðini 2:00.18, har metið hjá simbabvisku Kirsty Coventry frá HM í Manchester í 2008 var 2:00.91. Og týski Steffen Deibler slapp at vera tann ið setti heimsmet nummar 113 í ár, tá ið hann í 50 firvald akkurát vann á suðurafrikanska Roland Schoeman, við tíðini 21.80 har Schoeman svam 21.87, og har heimsmetið hjá Deibler sjálvum frá í oktober mánaða var 22.06. Les swimmingworldmagazine.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.