Luttakaralistin til World Cup í Berlin er klárur

Tað er eingin ivi um at World Cup stevnurnar í Stockholm og Berlin verða á ekstremt høgum støði, nú báðir startlistarnir eru klárir, til World Cup í Stockholm tann 10. – 11. november, og til World Cup í Berlin tann 14. – 15. november. Í Stockholm verða teir til dømis 57 manns undir 50 sekund í 100 frí, og í Berlin 78.

Í Stockholm er Pál styrkismettur sum nr 2 í 1500 frí, aftanfyri evropameistaran Federico Colbertaldo, og í Berlin er hann styrkismettur sum nr 4, aftanfyri Colbertaldo og heimsmeistaran Oussama Mellouli frá HM í Rom í summar, umframt týska Thomas Lurz, ið annars mest er stórvinnandi havsvimjari. Í bæði Stockholm og Berlin liggur Pál til eitt 9. pláss í 400 frí, har tað sum kunnugt bara sleppa 8 í finaluna. Men nú skulu vit minnast til, at tilmeldingartíðirnar eru frá áðrenn World Cup í Moskva, har tíðirnar úr Moskva flyta hann upp á eitt 6. pláss í 400 frí og silvurheiðursmerki í 1500 frí, bæði í Stockholm og Berlin.

Føroyska luttøkan á World Cup í Berlin:

  • Kapping 1: 800 frí kvinnur, Mona Simonsen, 8:58.61 (nr 17 av 22)
  • Kapping 2: 100 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 52.76 (nr 107 av 109)
  • Kapping 12: 400 frí menn, Pál Joensen, 3:42.57 (nr 9 av 54)
  • Kapping 13: 50 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 26.49 (nr 61 av 69)
  • Kapping 18: 1500 frí menn, Pál Joensen, 14:39.99 (nr 4 av 21)
  • Kapping 19: 100 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 58.12 (nr 71 av 80)
  • Kapping 29: 400 frí kvinnur, Mona Simonsen, 4:19.54 (nr 33 av 41)
  • Kapping 30: 50 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 23.33 (nr 74 av 87)
  • Kapping 34: 50 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 29.11 (nr 59 av 64)

Altso ein øgilig mótstøða hjá okkara svimjarum, hóast tilmeldingartíðirnar hjá teimum í flestu førum eru føroysk met, og í øllum førum millum suverænt tær bestu tíðirnar sum nakar føroyingur nakrantíð hevur svomið.

Størsta navnið á World Cup stevnunum í Stockholm og Berlin er sjálvsagt sjálvur Michael Phelps, og størsti dystur væntandi holmgongan millum hann og týska Paul Biedermann í 200 frí. Í Stockholm skal Phelps svimja 100 frí, 100 rygg, 100 firvald, 100 blandað og 200 blandað, og í Berlin svimur hann 100 blandað, 200 frí, 200 rygg, 200 firvald og 200 blandað. Biedermann er tilmeldaður í 200 og 400 frí bæði í Stockholm og Berlin, umframt 100 frí í Stockholm, men er sum kunnugt ivasamur serliga viðvíkjandi World Cup í Stockholm, vegna ein skaða í lærinum.

Tað er Suðuroyar Svimjifelag sum sendir Shailu til World Cup í Berlin, meðan Svimjisamband Føroya sendir Paula og Monu, sum vinnarar kappingini um at klára hægstu FINA stig herfyri. Pál er eitt projekt fyri seg, ið ber til vegna oyramerkta stuðulin frá landinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.