Rikke Møller Pedersen sett sítt næsta evropamet á DMK

Danska Rikke Møller Pedersen megnaði í gjárkvøldið at seta evropeiskt met eisini í 200 bringu á stuttgeil, tá ið hon á donsku meistastevnuni í heimbýnum Odense svam 2:18.52, har tvey ára gamla evropametið hjá Yuliyu Efimova var 2:19.08. Einans tvær kvinnur hava nú svomið 200 bringu skjótari enn Rikke: Kanadiska Annamay Pierse við heimsmetinum 2:16.83, og avstralska “Lethal” Leisel Jones við fyrrverandi heimsmetinum 2:17.75. Rikke Møller Pedersen er fyrsti dani “í nýggjari tíð” sum hevur átt tvey evropamet í senn (sum væl merkir síðani Ragnvild Hveger & co domineraðu í 1930-unum). Les her á Politiken.dk.

9 thoughts on “Rikke Møller Pedersen sett sítt næsta evropamet á DMK”

  1. Flott, heilt ótrúliga flott svomið av Rikke Møller Pedersen 🙂
    Og um allar vendingarnar passaðu ordiligt, hevði tað verið minst 1 sek skjótari!
    Men men, 2:18:52, við 7 tøkum per 25 metur, er super duper gott 😉

    1. Tú hevur rætt, hon klárar at gera eina ok vending út av 7 møguligum. Kanska hon ger tað betur tá ið hon er niðurtrappa. Eg giti 2,2 sek. skjótari ;o)

  2. Aja, tað plagdi at hjálpa mer, at verða so perfektionistisk 😛
    Men ja, har eru fleiri minni góðar vendingar, við vánaligari timing.. So tað verður spennandi at síggja hana svimja 200 bringu aftur seinni í ár 😉 EM kanska? Ella verður hon við til World Cup?

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.