Áhugi krevur umstøður til áhugaði

Tosaði við eitt foreldrapar á Silva Cup stevnuni í gjár, sum hildu at “um bara vit høvdu éina svimjihøll í Eysturoynni, har tað var pláss hjá foreldrum, ommum og abbum at sita, so hevði tað ikki verið so strævið at ‘skula’ til svimjikapping”. Ikki tí, uppmøtingin var góð hjá teimum avvarandi, og har er eisini so mikið pláss í Leirvík, at summi foreldur faktiskt sloppu at sita.

CIMG0552

Men allíkavæl – so leingi sum eingin høll verður bygd her í Føryum, til veruliga at bjóða fólki at koma at hyggja at svimjikapping, so er tað kanska ikki so løgið at áskoðararnir ikki eru fleiri enn teir somu. Tær flestu av teimum verandi eru jú illa nokk gjørdar til at man kann ganga frítt runt um hylin, og ein føroyskt svimjistevna er tí nærum altíð eitt heitt og vátt upplivilsi, har tú sum áskoðari helst skal standa, til at loyva svimjarunum at sita.

CIMG0491

Ikki gott nokk, politikarar – vit mangla minst éina høll, sum tit langt síðani hava lovað okkum!

One thought on “Áhugi krevur umstøður til áhugaði”

  1. “Áhugi krevur umstøður til áhugaði”

    Eins og okra ítróttur krevur umstøður fyri at okur kunnu blíva betur, so er hetta heilt sikkurt eitt MUST HAVE!
    Og vil hava eina effekt báðar vegir. Tað er ein WIN-WIN støða svimjingin kemur í um bert ein høll við KAPPSVIMJING í huga verður gjørd.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.