Føroyski metlistin á SwimRankings dagførdur

Ja, so er føroyski metlistin á SwimRankings.Net endiliga ajour, og í samsvar við tað sum stendur á heimasíðuni hjá føroyska svimjisambandinum, tá ið tað kemur til einstaklingamet hjá opna bólkinum í 25 metra hyli (tvs. tey sum vanliga verða kallað bara “føroysk met”). Har eru enn tveir smuttarar í langgeilametunum, at Kristian Olsen stendur at eiga metið í 100 frí við 54.43, hóast Pál Joensen á DM í Esbjerg í apríl svam 53.55, og at Mona Simonsen stendur at eiga metið í 400 frí við 4:34.47, hóast Jutta Thomsen í Esbjerg í januar 2007 svam 4:31.38. Og enn eri eg illa nokk komin til at hyggja at liðsvimjingametunum, har listarnir eiga at vísa bæði “føroysk met” og “landsliðsmet” (har “føroysk met” er besta tíð sum eitt føroyskt svimjifelag hevur svomið, við einans svimjarum úr sínum felag). Men sum sagt, í løtuni eru føroysku metini hjá einstaklingum fullkomiliga í tráð við tey sum Svimjisambandið veit um, bæði á www.swimrankings.net og á www.ssf.fo… so nú er um at halda fast 🙂

Skrásetingin á www.swimrankings.net hevur stóran týdning, av tí at vit vanliga melda til altjóða kappingar gjøgnum hesa heimasíðu, við tilmelding við teimum tíðum sum eru skrásettar har. Trupulleikin er tó, at vit ikki sjálvi stýra 100% hvat sum er skrásett har, og Svimjisambandið hevur tí eisini sínar egnu listar á www.ssf.fo, til at tryggja at onkur listi altíð kann vera 100% dagførdur. Sostatt eru tað listarnir á www.ssf.fo sum eru teir veruliga offisiellu listarnir yvir føroysk met, meðan hitt á SwimRankings til tíðir kann vera eitt sindur afturúr… ella møguliga kann lista upp eisini eitt “føroyskt met” sum Svimjisambandið av einhvørjari orsøk ikki hevur góðkent.

Offisiellu føroysku metini kunnu síggjast her:

Hetta eru altso tey met sum Svimjisamband Føroya veit um, pr. dags dato. Um nakar veit um nakað met sum væntar á listunum, so er bara at seta seg í samband við Svimjisambandið, til at fáa kannað málið, og rættað møguligar skeivleikar. Svimjisambandið vil royna at halda hesar listar støðugt dagførar; men í prinsippinum er tað tó altíð tann sum setur metið ið eigur at tryggja at metið verður skrásett, við at viðkomandi svimjari, venjari ella svimjifelag setur seg í samband við Svimjisambandið. Serliga tá ið talan er um met sum ikki verður sett á svimjistevnu her heima.

Fyriskiparar av føroyskum svimjistevnum eiga eisini so vítt sum gjørligt at tryggja sær, at Svimjisambandið fær tann offisiella úrslitalistan, umframt tær neyðug úrslitafílurnar, til at kunna skráseta øll føroysk úrslit. Best er at senda úrslitalistan í bæði html- og txt-sniði, umframt úrslitafílurnar í re- og lef-sniði, til at tryggja at so nógv sum gjørligt fáa tað sum teimum tørvar. Flestu av okkum dáma best at lesa html-fíluna; men journalistar fyritrekkja tó tekst-fílurnar til avritan, venjarar RE-fíluna til at leggja inn í hagtalsforritið hjá WinGrodan, og SwimRankings vil helst hava lef-fíluna, av tí at hon í mun til RE-fílan eisini kann innihalda splitt-tíðir. Fyriskiparar og dómarar eiga eisini so vítt gjørligt at tryggja sær at alt er sum tað eigur at vera í fíluni, til at umganga at svimjarar verða skrásettir til dømis undir skeivum navni ella við skeivum føðiári, sum vit onkuntíð hava sæð og síggja á SwimRankings. Ein feilur er oftast lættari at fanga og rætta nú, enn um 10 ár, ella tá ið tunga maskinan á SwimRankings hevur etið okkurt annað rátt 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.