Farna vikuskifti hevur Svimjisamband Føroya í samstarvi við Dansk Svømmeunion hildið lívbjargingardómaraskeið í ÍSF-húsinum.
Endamálsorðingin hjá Svimjisambandinum sigur at: Svimjisambandið skal menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni. Ásannandi at lívbjargingarparturin ikki hevur fingið nóg stóra orku, hevur Svimjisambandið hetta vikuskifti havt trettan fólk á skeiði sum lívbjargingardómarar. Hesi trettan eru úr øllum økjum í landinum og farið verður nú miðvist eftir at útbúgva so nógvir føroyingar sum gjørligt sum lívbjargarar.
Skeiðið er býtt í ein ástøðiligan part og ein part í svimjihylinum. Morten Hinnerup frá Dansk Svømmeunionen er skeiðsleiðari. Hesi trettan nýggju lívbjargingardómararnir hava møguleika at geva tvey lívbjargingarprógv: “Lívbjargingarroyndina” og “Lítla lívbjargingarroyndina” munurin á hesum báðum royndum er at fyri at fáa Lívbjargingarroyndina skal ein verða fyltur 17 ár, henda royndin gevur samstundis rætt at arbeiða sum lívbjargari.
Yvirlit yvir lívbjargingardómararnir verður at finna í komandi viku á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, www.ssf.fo
Tey, ið hava tikið skeiðið hetta vikuskifti eru:
- Jákup Jacobsen,
- Torkil Mørkøre,
- Sigurd L. Lamhauge,
- Sigrun Davidsen,
- Doru T. á Torvlaðnum,
- Hákun Steingrímsson,
- Sørin S. Djurhuus,
- Reidar Simonsen,
- Pálin Olsen,
- H. Rúni Gaardbo,
- Jórun Eið Johannesen,
- Jon Hestoy og
- Evald Rasmussen.
——
Ynskja tit fleiri upplýsingar, kunnu tit ringja til Jon Hestoy
Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
ÍSF-Húsið
Postmoga 1329
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 31 75 59
Faks. +298 31 75 59
[email protected]