Århus Svømmestadion telur longdirnar fyri teg

Í Århus Svømmestadion kanst tú nú heinta eina serliga telduflís við billett-lúkuna, ið síðani síðani skrásetur hvussu langt og skjótt tú svimur, og hvussu nógv tú heldur pausu. Tú festir flísina til økilin, og kann síðani síggja leypandi á einum stórskíggja í høllini, hvussu langt tú hevur svomið, hvussu nógvar tíð tú hevur brúkt um svimjingina tilsamans, hvør meðalferðin var, og hvussu splitt-tíðin var fyri síðstu 100 metrar. Og eftir venjingina kanst tú enntá heinta eina útskrift av øllum við billett-lúkuna, ella taka tíni dáta heim við at eftirkanna nærri á egnari teldu. Århus Svømmestadion er fyrsta høll í Norðurlondum sum fær eina slíka skrásetingarskipan, við tí tey kalla “AMB” telduflís. Les jp.dk

5 thoughts on “Århus Svømmestadion telur longdirnar fyri teg”

  1. Ultimate Sport Service skrivar her á sínari heimasíðu:

    Systemet fungerer ved, at 2 ledninger lægges ud i start-/målområdet og ved eventuelle mellemtider. Når AMB-chippen passerer hen over ledningerne sender chippen sit unikke ID til en modtagerenhed.

    Tað skal vera ógvuliga presist, og battaríið skal kunna halda í 6-8 ár ella til 100.000 avlesingar.

  2. Hatta ljóðar rættiliga snilt. Eitt chip kostar umleið 200 kr, hvis eg dugi at lesa hatta rætt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.