Úrslit frá HS stevnuni 26. – 27. september 2009

Viðfestir eru úrslitalistar og hagtalsfílur frá HS stevnuni í dag og í gjár. Ein góð stevna, har vit lukkutíð fingu staðfest at feløgini eru komin avbera í gongd eftir summarsteðgin. Pál Joensen setti nýtt føroyskt met í 100 firvald, við tíðini 56.22 har hansara egna met frá november í fjør var 56.52, og har ein rúgva av øðrum svimjarum eisini betraðu um sínar bestu tíðir.

GG! Fílurnar skiftar út nú kl 22:47, sunnukvøldið, vegna ein feil í 50 frí hjá kvinnum.

4 thoughts on “Úrslit frá HS stevnuni 26. – 27. september 2009”

  1. Ups, eg síggi at Krista Mørkøre er skrásett at hava svomið 50 frí uppá 21.42 sekund. Hon svimur gott nokk skjótt, men 1368 FINA stig er allíkavæl í yvirkantin 🙂

  2. Eg eri ikki heilt einigur í at øll eru komin væl í gongd. Okur hava skjott oktobur, og enn vóru nøkur ótrúliga tung í afturpartinum av teimun sum okur vanliga síggja ovarliga til FM. At nógv av teimun ungu svumu gott, tað er so nakað annað, og nakað okur heilt sikkurt kunnu frøðast um.

    1. Danir hava Regions Mesterskaber på Kortbane hetta vikuskifti. Og um tykur hava hug/tíð til tess, so eru úrslit frá SRV og SRØ Kortbanemesterskaber á http://www.livetiming.dk
      At danir longu hava eitt meistaraskap nú, prógvar bert fyri meg, at okur koma alt ov seint í gongd.

      Um gott 4 vikur er deadline fyri hvørjir av føroysku svimjarunum í skullu við til World Cup í Berlin eru. Her fara tann kvinnan, og tann maðurin við hægsta FINA stigatalið til Berlin at kappast ímótu nógvum av heimsins bestu svimjarum. Spurningurin er, fara okur avstað við “680+ fólki”, ella “750+ fólki”? Tíðin vil vísa tað, men nú eru bert 4 vikur av venjing eftir. Koyri á øll somul.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.