Røringur ímillum stjørnurnar, nú draktirnar fara

Libby Trickett hevur meldað út at hon fer at halda pausu í nakrar mánaðir, til at umhugsa um hon yvirhøvur ætlar sær at halda áfram sum toppsvimjari. Venjarin Stoelwinder heldur ongan iva vera um, at tað var ‘sirkusið í Rom’ sum hjálpti til at hon misti motivatiónina. Amaury Leveaux er ikki byrjaður at venja aftur eftir Rom, sambært venjaranum Horter tí at tíðin fram til Rom var so drúgv, tá ið fyrst draktirnar vóru til fyrimuns hjá Levaux, og síðani til fortreð. Hinvegin er bringusvimjarin ‘Lethal’ Leisel Jones klár at venda aftur, eftir eitt fríár,og heldur seg hava valt besta árið yvirhøvur til at vera burtur.

One thought on “Røringur ímillum stjørnurnar, nú draktirnar fara”

  1. Marleen Veldhuis hevur nú sambært Zwemsite.nl fráboðað, at hon ikki fer at luttaka á EM í Istanbul í desember. Tey spekulera víðari á Zwemsite, um orsøkin kanska er at hon heldur satsar alt uppá Swimcup Eindhoven í november, ið sum nevnt er einasta kvalifikatiónsstevna hjá niðurlendingum til EM á langgeil í 2010, hesumegin nýggjár. Ella at tað kanska er bara ein persónlig avgerð, um at hetta hálvárið er av minni týdningi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.