Franska Laure Manaudou hevur sambært SwimNews.com sagt við franskt útvarp, at tað ikki er sannlíkt at hon fer at taka upp karrieruna sum toppsvimjari aftur, eftir at hava hildið frí í 2009. Hon saknar tað ikki, og angrar ikki at hon gavst eftir síni skuffandi úrslit í 2008. Ætlanin er nú at fáast við innandura dekoratión, umframt at hon í løtuni er við í eini filmsverkætlan til ein franskan film kallaður “Le Coach”.