Flestu HM vinnarar vóru í Arena X-Glide

Craig Lord á SwimNews.com hevur talt upp, hvørjar superdraktir ymisku heiðursmerkjavinnararnir vóru í á heimsmeistarastevnuni í Rom, og eisini hvørjar draktir sum vórðu nýttar til at seta heimsmet í. Úrslitið var ein ein greiður sigur til Arena X-Glide, við Jaked J01 á øðrum plássi og Speedo LZR á triðja, hóast Arena handilin so gott sum ikki var opin í leypi av HM.

Drakt Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Arena X-Glide 14 12 10 36
Jaked J01 9 12 16 37
Speedo LZR 6 2 7 15
Adidas Hydrofoil 4 6 1 11
Descente Aquaforce 1 2 1 5


Hann hevur eisini talt upp hvørjar draktir sum vórðu nýttar til at seta einstaklinga-heimsmet í. Og her er nokk so greitt, at tað veruliga vóru serliga tær báðar sum mest ‘hype’ var um á HM, sum gjørdu munin til at seta heimsmet. Nevniliga Arena og Jaked, við Speedo á triðja plássi í kraft av serliga Michael Phelps.

Arena X-Glide: 13
Jaked J01: 13
Adidas Hydrofoil: 7
Speedo LZR: 5

2 thoughts on “Flestu HM vinnarar vóru í Arena X-Glide”

    1. OK, orsaka at eg ikki gjørdi tað meira týðiligt, í hasum har omanfyri. Craig Lord skrivar nevniliga at tað gjørdist ov fløkt at taka heimsmetini í stafettum við, at tí at svimjararnir svumu í ymiskum draktum, á sama liði.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.