Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú er svimjistevnan á Oyggjaleikum komin í helvt, og føroysku svimjararnir hava vunnið 10 av 22 møguligum gullheiðursmerkjum. Dagurin í dag sær ikki minni spennandi út enn hinir undanfarnu, við tað at vit rættiliga sannlíkt kunnu vinna minst 5 gullheiðursmerki, og sikkurt eina rúgvu av øðrum eisini.
Kappingarnar í dag eru:
- 100 blandað menn: Pál Joensen (1)
- 400 frí kvinnur: Mona Simonsen (3)
- 200 rygg menn: Kári J. á Høvdanum (2)
- 100 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen (1) og Katarina S. Lamhauge (5)
- 100 frí menn: Pál Joensen (1) og Pauli Ø. Mohr (4)
- 50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar (1) og Guðrun H. Jacobsen (2)
- 50 firvald menn: Pál Joensen (2) og Kári J. á Høvdanum (4)
- 200 rygg kvinnur: Bjørg Seloy (7) og Birita Debes (10)
- 4×100 blandað menn: SSF (eingin tilmeldingartíð)
- 4×100 frí kvinnur: SSF (eingin tilmeldingartíð)
Tryggastu gullmerki munnu vera í 100 bringu hjá kvinnum, har tær báðar Katarina og Malan hava vunnið ávíkavist 50 og 200 bringu, og tí munnu hava mest hvørja aðra at berjast ímóti á 100 metra teininum. Hartil gull í 50 frí, har Shaila og Guðrun hava bestu tilmeldingartíðir, og longu hava víst stórform í 4×50 frí og 50 firvald.
Pál Joensen man eisini fara at gera sítt til at vinna 100 blandað og 100 frí, har hann liggur til at vinna gullmerki, umframt at gera seg galdandi í 50 firvald. Og so er serliga 4×100 stafettin hjá kvinnum rættiliga greiður favorittur, eftir at hava vunnið 4×50 frí og 4×50 blandað, og við tað at vit eiga 4 gentur sum kunnu svimja um minuttin.
Restin verður meira upp til dagsformin. Mona var heilt nær oyggjaleikametinum í 800 frí í gjár, og man tí vísa seg at vera skrøpp eisini til hálva teinin. Kári er somuleiðis tryggur heiðursmerkjavinnari, men skal arbeiða hart fyri at kunna vinna á úrmælinginum Grant Halsall av Isle of Man. Og restin fer garanterað eisini at arbeiða hart fyri at koma á heiðursmerkjaskammilin.
Vit eru sum sagt komin í helvt, og eingin ivi er longur um at føroyingar eru sterkastu svimjarar á Oyggjaleikum. Hini eiga eisini nakrar einstakar úrmælingar, men vit hava so avgjørt breiðasta hópin, har øll 12 hava týdning fyri at vinna gullheiðursmerki, og vísa seg at kunna liva upp til ábyrgdina eisini.
Bussur 4, Mariehamn-Godby
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya