Ikki kann sigast annað enn at tað gekk væl hjá føroysku svimjarunum í morgun, nú allir svimjarar kvalifiseraðu seg til finalurnar seinnapartin, í øllum tí sum tey luttóku í. Onkur lá sambært tilmeldingartíðunum nær markinum til at sleppa í finalu, men nú eftir innleiðandi er eingin verri styrkismettur enn til eitt fimtapláss.
Hesar verða finalurnar í kvøld:
- 1500 frí menn: Pál Joensen (1)
- 400 blandað kvinnur: Eingin føroysk luttøka
- 200 firvald menn: Pál Joensen (2)
- 100 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar (2) og Bjørg Seloy (5)
- 100 bringa menn: Pál Joensen (5)
- 50 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen (3) og Katarina Lamhauge (4)
- 50 rygg menn: Kári J. á Høvdanum (2)
- 200 frí kvinnur: Mona Simonsen (2)
- 200 blandað menn: Pál Joensen (2)
- 4×50 frí kvinnur: SSF (1)
- 4×50 blandað menn: SSF (2)
Tølini í klombrum er teirra styrkismeting eftir innleiðandi í morgun, undantikið í 1500 frí har teir átta bestu bíðaðu til í kvøld. Onkur føroyingur er gliðin eitt sindur niður í mun til styrkismetingina áðrenn innleiðandi kappingarnar í morgun; men til tað skal sigast, at fleiri av teimum verri enn so góvu alt sum tey áttu.
Finalurnar byrja kl 17:30 álendska tíð, sum er kl 15:30 í Føroyum. Til ber at fylgja við úrslitunum á www.svimjing.com/live, umframt at bæði Rás2 og Kringvarpið fara at senda úr høllini.
úr høllini í Godby
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya