Stilhed før stormen

Dagurin í dag byrjaði við tekniskum fundi kl 09:00, samstundis sum svimjararnir fóru at venja. Ein fínur fundur, haldi eg, uttan tað stóra hóvastákið. Og so fóru vit leiðarar og onnur umboð fyri Svimjisambandið ein rundtúr í skergarðinum her, sum álendingar bjóðaðu, meðan svimjararnir hvíldu seg og vandu aftur.

CIMG8875

Viðvíkjandi ‘superdraktunum’, so hava vit á tekniska fundinum gjørt eitt slag av “gentleman’s agreement”, um ikki at brúka nakað ólógligt, av tí at fyriskipararnir ikki hava evni og orku til at kanna allar. Hvørt einstaka felag hevur undirskrivað eitt skjal um hetta, og tað verður so upp til okkum øll at halda avtaluna, og annars klaga ífall nakar forbrýtur seg inn á hana.

Tíðarætlanin er broytt eitt vet, so at innleiðandi kappingarnar byrja hvønn morgun kl 09:30, og finalur kl 17:00, uttan mánadag tá ið tey byrja við setan kl 09:30, og tí forskjóta bæði innleiðandi og finalur til kl 10:00 og 17:30. Gev altso gætur, at finalurnar nú eru frá kl 15:30 føroyska tíð, týsdag til hósdag, heldur enn frá kl 15:00.

Restin var meira innanhýsis, á tekniska fundinum, um nær upphitingin byrjar og tílíkt. Men okkurt annað áhugavert varð nevnt, sum ikki rakar hesa kapping, so sum at vit nú heilt offisielt fingu at vita at hylurin á Rhodos var longri at hann átti at verið, men at metini tó kunnu standa júst tí at hann var longri heldur enn stytri 🙂

Oyggjaleikanevndin ætlar møguliga at hava ein minstaaldur á 13 ár, í øllum greinum. Og vit fingu staðfest at tað er ógvuliga trupult at fáa t.d. 800 frí hjá monnum og 1500 frí hjá kvinnum, umframt møguliga “open water” svimjing (t.e. havsvimjing), av tí at IGA ikki ynskir fleiri greinar sum heild. Her skal tó sigast, at stórt ynski var frá fólkunum á hesum tekniska fundi, um serliga at fáa havsvimjingina í lag, tí at tað onkunsvegna virkar so náttúrligt fyri oyggjaríki.

Eftir hetta bjóðaðu so ein frálíkan seinnapartstúr við seglskipinum Albanus, runt í skergarðinum her. Vit fingu góða fiskasuppu at eta, og álendskar pannukakur omaná. Veðrið er enn fínt, so sólkremið verður brúkt dúgliga. Og jú, venjararnir vórðu eisini bjóðaðir við, men venjingin fer jú fram um alt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.