Pool-Mate telur longdir og tøk og pausur fyri teg

Pool-Mate urið frá Swimovate dugir sambært teimum sjálvum at telja longdir og tøk í øllum fýra greinum, líka mikið um tú gert saltovendingar ella ei, og uttan at tú skalt trýsta á nakran knøtt millum hvørja endurtøku. Tað heldur skil á hvussu nógv tøk tú í miðal tekur hvørja longd, og goymir hesi miðaltøl fyri hvørt sett, og kann enntá minnast til hvussu langar pausurnar vóru millum hvørt sett (um altso tú trýsti stop og start millum settini). Tað veit hvussu langt tú svam og hvussu skjótt, og hvussu nógvar kaloriur tú brendi. Framleiðarin sigur at triathletar hava testað tað yvir longri tíð og yvir hundraðvís av kilometrum, og at úrslitini vísa at tað rakar yvir 99.75% rætt. Urið fer at kosta einar 7-800 krónur í Bretlandi, og kemur á marknaðin í summar.

2 thoughts on “Pool-Mate telur longdir og tøk og pausur fyri teg”

  1. Nice, “The efficiency index is based on the recognized Swim Golf method that you may be familiar with. It is the number of strokes plus the time taken to swim 25 metres. Concentrate on reducing this number to increase your efficiency and improve your swimming.”

    Har eru ymiskir aðrir áhugaverdir upplýsningar í FAQ, so sum at tú mást seta tað í pausu tá ið tú trenar beinspark ella gert ein-arms-øvilsi, at tað bara riggar til venjing í svimjihyli (altso ikki til ‘open water’), og at tú ikki kanst skifta grein mitt í einari longd.

    Og so riggar tað bara í hyljum yvir 10 metrar, og har er enntá ein ávaring um at tað kann hava trupult við at máta rætt í einum lítlum hyli, sum eftir øllum at døma er alt undir 25 metrar. “If this occurs we recommend you try a larger pool”.

    http://www.swimovate.com/FAQs.html

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.