Hvørjar eru avleiðingarnar av listanum hjá FINA?

Heilt erligt, so haldi eg tað vera ófatiligt, at FINA soleiðis loyvir sær bara at koma við einum lista, uttan samstundis at siga hvat konsekvensurin er av teirra avgerðum. Og her serliga, um tíðir svomnar í teimum nú ólógligu draktunum verða standandi, ella skulu strikast, til dømis aftur til 31. mars.

Tað ljóðar sum um at fólk vænta, at í øllum førum nýggjastu heimsmetini hjá Bernard, Efimova og Bousquet verða strikað. Men um hesi verða strikað, so fyristilli eg mær reint kaos, har allar tíðir skulu strikast, sum fólk hava svomið í somu draktum um hesa tíð. Og í øðrum draktum, sum eru kolldømdar á sama hátt sum draktirnar ið hesi svomu í.

Um tíðir svomnar í Jaked J01, BlueSeventy og Arena X-Glide skulu strikast, so rýkur ein stórur partur av donsku meistarastevnuni, og eisini onkur einstøk úrslit í Føroyum. Um FINA ikki kann góðkenna okkurt heimsmet vegna draktina, so er tað nokk heldur ikki rætt at góðtaka national met í somu drakt. Um tíðin ikki kann góðtakast sum met, so kann hon nokk heldur ikki góðtakast sum kravtíð ella nálatíð ella heiðursmerkjaúrslit. So rúka onkrar stafettir, og onkur skal hava ferðasteyp og líknandi sendandi í staðin fyri tann sum ‘snýtti’ seg til úrslitið. Og so standa svimjarar eisini uttan kvalifikatión til altjóða stevnur, tí at teir av góðum grundum ikki kundu samstundis svimja við og uttan drakt, tá ið teir (í rímiliga góðari trúgv) settu kravtíð í drakt.

Og hvør hevur egentliga hildið eyga við hvør sum hevur svomið í hvørjari drakt, hesa tíðina? Altso offisielt, heldur enn bara við at okkurt tilfeldigt kamera peikaði á viðkomandi, ella at onkur minnist at viðkomandi var í hesari ella hasari draktini? Har verða heilt garanterað svipsarar, har eingin minnist hvør drakt sum onkur var í, tí at man hugdi at onkrum øðrum. Og kann tað yvirhøvur brúkast sum prógv, um ikki dómaraborðið hevur skrásett draktina?

Tí vænti eg persónliga, at tað er ómøguligt at strika tíðir við afturvirkandi kraft. Ella í øllum førum órættvíst, fyri summar svimjarar, ið kanska eru kravdir at vera í ávísari drakt vegna sponsorat. Og tí at summi lond verða harðari rakt av afturvirkandi kraftini, vegna tann marknað sum tey tilfeldigvís hava har. Vit verða jú fyri so vítt lítið rakt í Føroyum, tí at tey flestu her svumu í Speedo LZR á MU og FM.Men danir fáa stórar trupulleikar vegna BlueSeventy, sum fólk keyptu vegna málrættaða tilboðskampagnu upp undir DM. Amerikanarar sleppa sikkurt rættiliga lætt, við tað at teirra bestu ofta eru bundin at brúka draktir frá sponsorunum Speedo og TYR, meðan til dømis fraklendingar, italiumenn og sveitsarar í stóran mun hava brúkt italska merkið Jaked. Skulu hesir evropearar nú stilla upp við tilmeldingartíðum frá í fjør, tí at tey í ár hava svomið í onkrari nú knappliga forbodnari drakt?

Noy eg voyt ikki. Og tí er mín egna persónliga niðurstøða, at tað hevði riggað nógv betri hjá FINA, um tey her og nú (ella rættari, í gjár) høvdu gjørt greitt, hvørjir konsekvensirnir vóru av listanum hjá teimum. Eingin hevur tíð at bíða, beint nú, og tað kann væl ikki passa, at tey ikki hava dirvi at siga hvat ið konsekvensurin er. Ella vilja lata tað verða upp til fólk sum Craig Lord og meg at gita, hvør ið konsekvensurin er.

11 thoughts on “Hvørjar eru avleiðingarnar av listanum hjá FINA?”

  1. Umframt fleiri evropamet og ein rúgva av nationalum metum, sí http://www.swimnews.com/News/view/6870

    Craig Lord vil fyrst og fremst hava ein lista yvir hvørjar draktir sum IKKI vórðu góðkendar, og hava veruligu nøvnini á listan hjá FINA, heldur enn hasi kryptisku modell-numrini. “There is little point in imposing a new regime if the suits approved and not cannot be identified by the world swimming community, let alone the judges who must judge. Rome 2009 will have a tagging system, but not so myriad others events around the world at which records may yet be set, standards upon which seedings will be decided.”

  2. Ja, nú gloymdi eg púrasta hin viktiga spurningin – hvat við øllum teimum vanligu svimjibuksunum og svimjidraktunum??

    Well, FINA sigur at “The complete list of approved swimsuits (valid until December 31, 2009) can be found on the FINA official website at http://www.fina.org“, og vísir til hendan listan, har man til dømis ikki kann lesa nakað um nakrar Endurance+ buksur. Legg til merkis orðingina “The complete list”, og tað tey kalla tað “swimwear”, heldur enn okkurt meira avmarkandi sum til dømis “full body suits” ella “high performance suits”. Og at har annars einki stendur hvørki í pressuskrivi ella á listanum, um at har finnast nøkur undantøk yvirhøvur.

    Tað vil vælsagtans siga, at tú í dag SKALT brúka eina av hesum draktum, um tú vilt hava eina tíð sum FINA kann góðkenna (!). Og við tað at SSF er undir FINA, so er sama vælsagtans galdandi í føroyskari svimjing yvirhøvur. Hetta ljóðar so langt úti, at eg havi lisið og endurlisið hasar tekstirnar til at finna smutt-holið. Men tíverri, eg haldi at tey hava gloymt tann problematikkin.

    So er bara at vóna, at onkur av hasum Agon ella Kiwami ella hvat tær nú eita, eru vanligar draktir til ein rímiliga bíligan penga.

    1. Amerikumenn ivast eisini í hesum við t.d. teimum gomlu Endurance-buksunum:

      “Remember, the title of this list is “FINA 2009 List of Approved Swimsuits”. It makes no reference to “tech suits” and certainly makes no distinction between tech suits and workout suits. So I assume that if a suit is not on the list, it is not legal, which is what “That Guy” was suggesting.”
      http://forums.usms.org/showpost.php?p=181140&postcount=119

      Og “The USMS “guidance” repeats the “rule” that suits approved before September 2007 are OK, but the memo linked above suggests otherwise: Rule 4.1 is “All swimsuits to be used during the period of application shall be submitted, even if previously approved.””
      http://forums.usms.org/showpost.php?p=181150&postcount=122

  3. Las onkra staðni eina umbering um, at fundurin nú bara var viðvíkandi draktunum, og at tað viðvíkjandi metum var ein annar partur av FINA. Men hví bíðaði tann parturin við sínum arbeiði, líka til listin var klárur?

    Hetta hevur jú tikið í øllum førum líka frá 31. mars til nú, so man skuldi trúð at tey høvdu kunnað avtalað okkurt, at verða klárt nú.

    1. Sikkurt av somu órsøk sum hví metini hjá Eysturtýskalandi ikki vóru strikaðu vegna doping.

    2. Bara líka fyri at fáa hatta uppá pláss, so var tað avstralski landsliðs-høvuðsvenjarin Alan Thompson sum segði hatta viðvíkjandi at teir viðgjørdu draktir og ikki met, á fundinum herfyri:

      “”This specific committee was formed to look at swimwear approval, not the ratification of world records. That’s an issue that rests with FINA”
      http://www.guardian.co.uk/sport/feedarticle/8516622

  4. Puha, hørð ákæra frá journalistinum Philip Hersh, her: “I say ‘almost’ because who knows what FINA will do next. You usually can be guaranteed it won’t make sense.”

    Og: “I know all sports have technological advances. Lighter shoes and faster surfaces (for sprinters) in track and field. Triathlon bars and featherweight bikes to make time trialing and climbing easier in cycling. Goalie leg pads and catching gloves so huge and flexible it’s a miracle anyone scores in hockey.
    But nothing else has bastardized the essence of a sport the way the suits have in swimming.”
    http://newsblogs.chicagotribune.com/sports_globetrotting/2009/05/the-international-swimming-federation-fina-wiped-a-little-egg-of-its-face-tuesday-but-the-mess-it-has-allowed-high-tech-sw.html

    1. Til hasa greinina:
      Phil – The swimming world needs your help – and the help of others like you. Forget what this ruling does to the Michael Phelps of the world. What this ruling did was force thousands of families to pay $500 a few times a year for disposable suits from Speedo – or be at a distinct disadvantage.

      Speedo’s was the only hi-tech suit from a major manufacturer that was left on the list. At least 2 of the 5 men on the FNA suit commision that created this list are Speedo paid and/or sponsored.

      Phil – Dig deeper and HELP!!

      Nei, tað eri ikki eg sum eri Jerry. Men eg eri gott nokk samdur 🙂

  5. Eg kann ikki lata verða, eftir at hava lisið hetta á Herald Sun: “”I didn’t know there could possibly be 348 different designed suits in the world,” said Australian head coach Alan Thompson, speaking from the FINA summit in Lausanne, Switzerland.”

    – Nú eru vit tilfeldigvís inni á einum øðrum virkisøki hjá mær, sum er at arbeiða við vørulistum hjá føroyskum fyritøkum. Og lat meg bara siga sum er, at 348 er einki hjá hvørki framleiðara ella søluliði. Serliga ikki um tú telur ymisku sniðini (stuttibuksur, langbuksur, mannfólkadrakt, konufolkadrakt osfr) sum hvør sítt modell. Og ikki ein gang í Føroyum.

    So Thompson er naivur, um hann heldur at 348 er nógv. Um hasin listin skal lista upp øll modell sum eru loyvd í øllum heiminum, so skulu tit vænta tykkum túsundavís og sikkurt tíggjutúsundavís av modellum, um bara nøkur fá ár. Serliga um reglurnar verða sum tær eru beint nú, og gongdin er tann, at næsta drakt allíkavæl onkunsvegna verður hildin at vera betri enn tann fyrra.

    Tað einasta sum kann forða fyri einum alinlangum lista, er um FINA regluliga krevur nýggjar testir av gomlum draktum, til dømis tí tey hava broytt test-proceduruna, ella tí at tey hava hert ella linkað um krøvini. Tá fara framleiðararnir at droppa tey gomlu modellini, tí at tey allíkavæl ikki verða seld longur, og/ella tí at FINA krevur pengar fyri hvørja test, og/ella tí at tey heilt einfalt ikki hava goymt eintøk av gomlu modellunum, at senda inn til FINA.

    Og tá fert tú at sita við eini kanska fínari men allíkavæl ‘útgingnari’ drakt, á sama hátt sum tá ið hasin gamli prentarin má skrottast, tí at framleiðarin ikki sær nyttu í at gera nýggjan drivara til nýggja stýriskipan, nú hann allíkavæl ikki selur prentaran longur.

    Og hvør skal testa, og gjalda fyri test, um talan veruliga skal vera um t.d. 40.000 modell? Og hvør skal duga at síggja mun á teimum, eftirfylgjandi? Og hvussu tryggja vit egentliga at úrslitini eru lóglig, ífall at FINA ella onkur annar skuldi spurt? Skulu vit til at skriva niður øll modellini á úrslitalistarnar, ella verður tað í lagi bara at siga “Ja ja, høvuðsdómarin hevur góðkent úrslitalistan, og so man tað verða í lagi”? Og um loysnin er hetta síðsta, hvussu tryggja vit tá at eingi misnýtur skipanina, við at lata alt svimja í Jaked J01 draktum ella líknandi, sum høvuðsdómarin so ikki ‘sær’?

    Vit leggja tað yvir til (vinnuligu) framleiðararnar at avgera, hvat vit skulu svimja í, um ‘loysnin’ hjá FINA er tann verandi, at framleiðararnir skulu senda draktirnar inn til test. Omma kann ikki binda tær einar buksur longur. Og hóast at framleiðararnir onkunsvegna vilja tær tað væl, so vilja teir hóast alt eisini gjarna selja tær eina nýggja, dýra drakt, hvørt ár. Gjarna ta dýrastu útgávuna, sum er útgávan frá í ár, heldur enn handan gamla sum handilin hevur liggjandi frá í fjør. Eg havi sjálvur ongantíð keypt nýggjasta modell, so eg eri f****d, um eg nakrantíð skuldi farið at kappast aftur.

  6. Ov nógv spekulera har hehe

    lata alt svimja í Jaked J01 draktum ella líknandi, sum høvuðsdómarin so ikki ‘sær’

    Eg trúgvi nú ikki at tað nakrantíð kemur so langt, tað er jú líka tápuligt sum at okur lata Pál svimja við fitjum og hándplátum næstu fer han svimur ein lokalan 1500m 😉

    Um okur vilja okra ítrótti nakað gott, so skal alt sikkurt ganga, fantasera teg nú ikki út í ein Craig Lord ævintýrheim, ella kanska meira “world of horror” hehe

    Har sum fólk vilja snýta, har snýta tey, og ringt er at koma tí heilt til lívs.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.