Bjørg Seloy úr Havn var bara fáar hundraðpartar frá 2. plássið í 50 rygg í gjár, og tí í vanda fyri ikki at kunna koma við til Oyggjaleikir, hóast hon hevði klárað kravtíðina. Men í dag vann hon so 100 rygg við imponerandi 1:05.83, klárt undir oyggjaleikakravtíðina á 1:07.14.
Hinvegin reyk Astrið Foldarskarð av sínum 2. plássi til Oyggjaleikir á Álandi, tá ið Guðrun Holm Jacobsen í dag fleyg á mál í tíðini 29.88, tríggjar hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Shailu. Shaila svam ikki sjálv í dag, men er tó trygg við sínum 29.85 frá stevnu í februar, umframt onkrari góðari langhyljatíð eisini. Og Astrið varð tí nummar trý, og reyk av oyggjaleikaliðnum, hóast hon í dag varð nummar tvey við einari habilari forbetring av sínari bestu stutthyljatíð, til 30.54.
Eftir mínari uppteljing eru tey nú 12 sum hava kvalifiserað seg til Oyggjaleikir: Pál, Kári, Pauli og Andrass, og Shaila, Mona, Guðrun, Malan, Katarina, Bjørg, Birita og Poula. Men tað verður ikki fyrr enn í morgin at vit vita heilt offisielt hvør sum er sloppin við, tá ið fyrst landsliðsnevnd og síðani starvsnevnd hava fundast um málið.