Svimjifeløgini fingu í gjár soljóðandi teldupost frá Jon Hestoy, formanni í Svimjisamband Føroya:
Hey tit øll,
sum tit øll vita, er seinasta freist at náa oyggjaleikakravtíð, í Oyggjaleikaúttøkukappingini, ið verður í Havn nú um vikuskifti.
Í hesum sambandi er okkurt smávegis, ið eg fegin vil greina nærri.
Kravtíðin skal hava verið nádd í hesum kappingarárinum, tvs. í tíðarskeiðnum 1. september 2008 til og við 19. apríl 2009.
Allar tíðir skulu náast í einari góðkendari kapping, “timetrials” sum ein eykaroynd verður ikki góðkend.
Kravtíðirnar kenna tit øll, og Svimjisambandið kann senda tveir svimjarar til hvørja kapping á Álandi, tað vil siga teir tveir svimjararnir, ið hava bestu tíðir undir kravtíðina kunnu úttakast, triði og fylgjandi svimjarar koma ikki við, henda úttøka verður ikki broytt um svimjari meldar frá.
Eru tríggir svimjarar, ið hava klára kravtíðina og annar og triði svimjari hava somu tíð, so verður umsvimjing um tað plássið.
Fina-reglurnar viðv. einum svimjibúna eru sjálvandi galdandi. Tá ið FINA kemur við einum positivlista um svimjibúnar, verður hann fylgdur sambært ásetingunum hjá FINA.
Oyggjaleikalandsliðið verður endaliga úttikið av Starvsnevndini, eftir tilmæli frá Landsliðsnevndini mánakvøldið 19. apríl.
Link til kravtíðina: http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/oyggjaleikakr%C3%B8v-2009/
Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya