Tankavekjandi ráðstevna um rørslu fyri heilsuna

Fólkaheilsuráðið og ÍSF skipaðu sum kunnugt fyri almennari ráðstevnu í dag, undir heitinum “Føroyar í rørslu”. Av sonnum ein áhugaverd ráðstevna, um hvussu vit øll eiga at røra okkum í øllum førum eitt sindur, til at verja um heilsuna.

11032009392

Nakrir av okkara politikarum løgdu út við at fortelja um hvussu tey hugsaðu sær at hetta rørsluárið kundi feirast, sum heild helst fyri ongan penga. Síðani fortaldi Pál Weihe, yvirlækni, stutt um endamálið við “Føroyar í rørslu”, og um hvussu nógv føroyingar sum heild røra seg. Tíverri er tað so, at umleið triðingurin av okkum meira ella minni slettis ikki rørir seg, nakrantíð í leypi av lívinum; og at nógv onnur eisini røra seg og lítið. Og endamálið við “Føroyar í rørslu” er tí serliga, at fáa eisini hesi at røra seg eitt sindur, við tað at ‘allur bati bøtur’.

11032009417

Eftir hetta fortaldi Magni Mohr, PhD í human fysiologi, um hvussu tað er líka mikið og faktiskt betri at spæla fótbólt og onnur líknandi bóltspøl, enn til dømis bara at ‘jogga’. Monoton renning er góð til at venja nøkur heilt spesifikk ting, men fyri heildina er tað betri at variera. Skifta tempo, berjast um bóltin og líknandi, heldur enn bara at halda teg til tað eina. Men ikki so at skilja, at tað er vegna bóltin at bóltspølini eru betri. Tú skalt bara minnast til at variera og spæla, eisini til at varðveita hugin.

So vórðu vit øll útsett fyri ein gang morgunfimleik, áðrenn finski professarin og læknin Ilkka Vuori fór undir at greiða frá royndunum í Finnlandi, at fáa ítrótt inn ‘allastaðni’, við hjáp av politisku skipanina. Tey høvdu gjørt eina beinleiðis lóg um ítrótt, og høvdu álagt øllum politiskum ráðum at flætta ítrótt inn í sítt øki, líka mikið um talan var um vegakervi ella skúlaskap. Ein áhugaverd roynd, sum hevur koyrt líka síðani 1991, men sum tíverri ljóðaði til at hava verið rættiliga tung at fáa í gongd.

Finnararnir høvdu gjørt onkur ting sum ljóðaðu beinleiðis ‘uha’ fyri okkum sum allatíð stremba eftir elituni. Nevniliga at skifta frá at stuðla serliga úrvalsíðkarum, til at stuðla serliga teimum sum arbeiða fyri breiddina. Og somuleiðis viðvíkjandi ítróttaranleggum, at stuðla serliga teimum sum eru til fjøldina, heldur enn ‘monumentini’.

Hann nevndi eisini eitt annað, meira hondgrípiligt, sum eg má royna at flætta inn í mín dagligdag. Nevniliga at vit menniskju hava tvær beinleiðis hvílistøður, sum eru at liggja og sita. Og tað er altso sambært læknanum er ómetiliga nógv sunnari at standa og røra seg eitt sindur, enn bara at sita á reyvini. Áheitanin var tí at royna at standa sum mest, til dømis á arbeiðinum og tá man hyggur at sjónvarpi. Eg umhugsi at høgga bara stólarnar til pinnabrenni, til at gera tað eitt sindur lættari 🙂

11032009442

Eftir ein stuttan steðg kom sviin Bengt Sevelius at greiða frá hvussu ítróttarfeløgini kundu geva sítt íkast til fólkaheilsuna. Eg noyddist tíverri á fund meðan hetta var, men Bartal tók so víðari uppá og legði í geyma. Ein av mest áhugaverdu niðurstøðunum hjá honum var, at tað fyrst og fremst var nærleiki og atgongd til ítróttarfasilitetir, sum gjørdu at fólk íðkaðu tann ítróttin.

At enda vóru tað ein rúgva av stuttum men áhugaverdu innleggum, frá ymiskum royndum og verkætlanum runt landið. Um hvussu gomul vóru blivin nógv betri fyri, og brúktu minni heilivág, eftir at tey í Nærverkinum høvdu økt um ítróttartilboðið til teirra. Um hvussu man á Oyrarbakka gjørdi alt møguligt, eisini ‘farligt’ sum at seta klettar í skúlagarðin, til at fáa børn at røra seg meira í tí dagliga. Um hvussu man á Toftum nú byrjar ein ítróttarbarnagarð. Og annað.

11032009464

Sum heild ein áhugaverdur seinnapartur, sum vónandi førir til meira.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.