Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 7. mars

Frá SuSvim

Kapping í Vági 7. mars 2009

Suðuroyar Sparikassa Stevna

Kappingin byrjar leygarmorgun. Upphiting er kl.09:45 og kappingin byrjar kl.10:30
Klokkan uml. 12:00 er pausa. Matur verður í skúlanum um fólk ynskja tað.
Klokkan uml. 13:30 byrja okur aftur við upphiting og kappingin byrjar kl.14:15

Tað ber altso til at koma suður við Smyrli leygarmorgun kl.07:00, og norður aftur kl.18:30. Eg veit at svimjarir eru sum royna eftir OYL kravtíð, so har er kanska best at koma suður fríggjakvøld.

(Sig frá, og tykur sleppa í hylin at svimja fríggjakvøld um tørvur er á tí. – Jón Tlf. 22.33.57)

Kapping Grein
01-02 400m blandað
03-04 50m firvald
05-06 200m rygg
07-08 50m bringa
09-10 200m frí
11-12 200m firvald
13-14 400m frí
15-16 200m bringa

*********************

Heitur matur í Aulini í Vágs Skúla um fólk tekna seg. 40kr. pr. persón. (sig frá hjá susvim@susvim.com Seinast ónsdagin. Kl.18

*********************

Kapping Grein
17-18 50m frí
19-20 200m blandað
21-22 100m firvald
23-24 50m rygg
25-26 800/1500m frí *
27-28 100m bringa
29-30 100m blandað
31-32 100m frí
33-34 100m rygg

* (bert ein riðil, so minnist til tilmeldingartíð)

Kappingin er fyri junior og senior. Men um onkur B’1 svimjari við onkrum heilt serligum uppá hjarta skal við, so er pláss fyri honum/henni.

Bólkur 1 er: Gentur føddar í 95-96 & Dreingir føddir í 93-94

Gentur svimja ólíka kappingar.

Øll eru vælvitandi um støðuna í føroyskari svimjing, at okur ikki hava nógvar juniorar og seniorar. Okur vanta tí at fleiri kappingar detta burtur ímillum, men har verður so ein pausa løgd inn í staðin. Kappingin verður ikki skunda ígjøgnum, øll fáa møguleikan at fyrireika seg sum nú einaferð umstøðurnar í hylinum í Vági loyva tað. Vónandi fáa okur nógvar skjótar tíðir.

Tilmeldingar fílan verur send út í morgin.

Vinarliga

Suðuroyar Svimjifelag

One thought on “Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 7. mars”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.