Startlistin til Ægir stevnuna

So er startlistin klárur til Ægir stevnuna, sum verður í morgin og ovurmorgin. Luttøkan er rættiliga stór, nú svimjarar líka frá yngsta bólk til senior sleppa at kappast á somu stevnu, við til dømis 45 dreingjum og 56 gentum á startlistanum til 50 frí, og so aftur 9 og 9 á startlistanum hjá eldra bólkinum. So vítt eg dugi at síggja, so eru øll við, av teimum ‘eldru’ sum yvirhøvur hava svomið hetta seinasta svimjiárið, og man kann tí ikki siga annað, enn at tað stundar til Oyggjaleikir 🙂

2 thoughts on “Startlistin til Ægir stevnuna”

  1. Fekk ‘lyklatølini’ frá Rúna í áðni: Tilsamans 136 luttakarar (76 damur og 60 harrar) úr 7 feløgum, sum tilsamans starta 698 ferðir í 66 kappingum. Hvør einstakur partur væntast at taka einar 2-3 tímar.

  2. Pál svimur óvanliga lítið og ‘skeivar’ greinar: 100 firvald, 50 frí, 200 firvald, 100 blandað.

    Hmm, me thinks okkurt av hasum verður ein met-roynd 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.