Pál til Estlands at testast av Rein Haljand

Sum tit kanska hoyrdu í Kringvarpinum í kvøld, so fer Pál Joensen til Tallinn í Estlandi í næstu viku, at verða testaður av tiltikna svimjiserfrøðinginum Rein Haljand. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Svimjisambandi Føroya, at fáa í lag eina skipan har Haljand regluliga testar okkara allarbestu úrvalssvimjarar, í Estlandi og/ella í Føroyum.



Haljand er doktari í ítrótti við sergrein í svimjing, sum síðani 1985 hevur verið tilknýttur serliga evropeiska svimjisambandinum LEN. Tað er hann sum í eini 20 ár hevur gjørt hesar serligu ‘kappingaranalysurnar’ frá EM og EJM, har man sær hvussu væl svimjararnir koma frá starti, hvussu teir splitta, og hvussu teirra frekvensur og armtakslongd er. Tað er eisini hann sum skipar fyri venjararáðstevuni í sambandi við EM. Hann er professari í kinesiology á lærda háskúlanum í Tallinn, og arbeiðir hartil nógv við at gera teknikkanalysur fyri evropeiskar svimjitjóðir.

Tað sum Pál skal í Estlandi, er at verða fyrst filmaður av Haljand, meðan hann svimur crawl og kanska onkra aðra grein. Haljand analyserar so teknikkin hjá Pál, og gevur ráð til Pál og Jón, um hvussu hann kann gerast betri. Tað verður eisini hugt at startinum og vendingini, og eftir sjálva greiningina verður so farið í hylin, at arbeiða við tí sum funnið er fram til.

Sum sagt, so er ætlanin at hetta skal verða eitt tilboð til fleiri svimjarar út yvir Pál, í tann mun sum Svimjisambandið hevur fíggjarliga orku, og í tann mun sum Haljand vil brúka orku uppá okkara svimjarar. Tað sigur jú seg sjálvt, at tað krevur eitt sindur av realitetssansi hjá okkum, at senda svimjarar til ein mann sum hevur arbeitt við svimjarum sum Alexander Popov og Jeanette Ottesen. Men hinvegin, so sá eg onkran danskan juniorsvimjara gera banalar fótfeilir í eini demovideo hjá Haljand í Kroatia, sum eg eri vísur í at heilt nógvir føroyskir juniorsvimjarar ikki høvdu gjørt.

So sum man sigur, tað er mest ein spurningur um pengar 🙂

6 thoughts on “Pál til Estlands at testast av Rein Haljand”

  1. Forvitin kunnu hyggja á http://www.swim.ee, sum er heimasíðan hjá Rein Haljand. Har er alt møguligt spennandi, so sum greinar sum svimjiteknikk, kappingaranalysur frá svimjistevnum, og útvaldar videoir av nøkrum av heimsins bestu svimjarum.

  2. …..væl-at-merkja hevur Haljand fingið systemið tryggjað síðan ´Jákupsstovu-episoduna´ í 2003;)

  3. men kann tað passað at eg ikki finni nakran svimjikalendara nakrastaðni?…
    hvørki her ella á heimasíðuni hjá SSF???..

  4. stóra takk fyri Rókur 😀

    Eg havi sitið í ein tíma nú og leita eftir hasum kalendarinum.
    veit ikki um tað er mín telda ella hvat, men síðan hjá SSF har kalendarin skuldi verið er bara blank.. tó koma reklamurnar framm :op

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.