Pál vann kappingina um flest heiðursmerki á RIG 2009

Stevnan í Íslandi var sum flest nokk gita mest venjing hjá Pál, sum eisini endaði við at teir báðir Pál og Bjarnason vóru nakað seinir avstað til felagsdøgverðan aftaná síðstu kapping, av tí at Pál skuldi venja eitt sindur (nógv) afturat. Men tó so kundi hann svimja skjótt, og gjørdist tískil tann svimjari sum við 4 gull og 2 bronsu vann flest heiðursmerki av øllum monnum, framman fyri so mætan mann sum Alexander Dale Oen , og eisini tá ið yngri bólkurin verður taldur uppí.

Har var tó tvær gentur sum vunnu meira, nevniliga Mie Ø. Nielsen úr Aalborg og Lise Sand Syversen úr Noregi. Men soleiðis plagar tað eisini at vera, at svimjarar í yngri aldursbólkum vinna meira, av tí at tey bestu har skara meira framúr, og orka betri at kappast ofta. Sí Medal Count By Athlete, á www.aegir.is

2 thoughts on “Pál vann kappingina um flest heiðursmerki á RIG 2009”

  1. Frøken Nielsen er dóttir ongan annan enn Benny ‘bomstærk’ Nielsen sum vann silvur í 200m firvald undir OL 1988. Hon er óhugnaliga sterk, bert árg’96 og so smurdi hon allar genturnar av í árg’95 & yngri.

  2. Bartal vísir á, at Pál nú stendur til at hava vunnið 5 gull. Og at ein annar enntá hevur fingið fleiri, og tí er farin fram um Pál. Mær vitandi vann Pál ‘bara’ 5 gull, so eg veit ikki ordiliga hvat sum hendir har yviri í Íslandi.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.