Danir síðstu amatørar á olympisku leikum

Hetta er cirka citat úr Ekstra Blaðnum: “Danskerne – de sidste amatører“. Lotte Friis sum í morgun vann bronsu í 800 frí, stendur vanliga og ekspederar í einum ítróttarhandli, meðan hinar báðar frammanfyri liva av svimjingini.

Danski sportschefurin Lars Sørensen nevnir tríggjar faktorar sum avgerandi fyri at svimjingin hevur mennt seg so nógv eisini á hesum leikum: Nýggju superdraktirnar, ‘vísindalig-gerðing’ av ítróttinum, og so tað at tey bestu nú eru fulltíðar-svimjarar, vegna sponsorpengar og/ella stuðul frá heimlandinum.

Danir fáa sambært Lars Sørensen fylgt við á teimum báðum fyrstu punktum, men ikki tí triðja. Tey kunnu eisini keypa seg til hesar nýggju draktir, og hava eftirhondini nógvar serfrøðingar runt svimjingina at trekkja uppá. Men svimjingin er ein ov lítil ítróttargrein í Danmark til at kunna skaffa tær stóru sponsorupphæddirnar, og Team Danmark kann heldur ikki tryggja íðkarunum nóg nógvan stuðul, til at tey kunnu fokusera fult og heilt upp á ítróttin.

Spurningurin er so hvussu nógvar faktorar vit uppfylla í Føroyum.

One thought on “Danir síðstu amatørar á olympisku leikum”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.