Bye bye Beograd

Galið, vit mundu verði ov seinir til flogfarið í dag. Arbeiddu væl í morgun og hildu okkum hava góða tíð, tá ið eg fór niður at checka út. “You are a little late”, segði receptionisturin… og tá sá eg at klokkan var 13, heldur enn 12. Krisa, tí flogfarið hjá okkum skuldi lætta kl 14:30.

Bill.663

Trupulleikin var vist nokk at vit báðir høvdu bara hugt í teldu, sum báðar enn vóru settar til føroyska tíð. Soleiðis hevur tað verið alla vikuna, men akkurát í dag minntist hvørgan av okkum til tað. Ringdi í panikk upp til Jón Brian, og so at renna upp at kroysta niður í kuffertið hjá Jón Briani.

Stórleypandi út í ein taxa, sum ikki fekk kuffertið í vegna at reservahjólið lá í viðførisrúminum. So at skifta taxa, sum vísti seg ikki at skilja eitt orð av enskum. Royndu eftir besta førimuni at spæla flúgvarar, so at hann skuldi skilja hvat vit vildu; men hann mátti allíkavæl út at spáka eftir einum vinmanni, sum dugdi eitt sindur minni minni enskt.

Fínt ‘aerodrom’ er serbiskt fyri flogvøll. Jón Brian royndi at forklára at vit høvdu skund, men mátti uppgeva tí at taxa-chaufførurin tá sá út sum um at vit knappliga ætlaðu okkum onkra aðrastaðni enn til flogvøllin. So var betur bara at koyra móti flogvøllinum, við teirri ferð sum chaufførurin nú einaferð valdi.

Men á well, vit náddu fram, og gjøgnum check-in, og allan vegin út til gate-ina, áðrenn kl 14:10. Fantastiskt at lætta frá Beograd, og síggja niður yvir býin. Sá týðiliga niður á Tašmajdan, Kalemegdan, splavurnar, Donau og Sava, umframt hvussu Sava er blá og Donau brún.

Ein túr yvir Düsseldorf, har Jón Brian gudhjálpimær arbeiddi víðari, og setti meg til at arbeiða eisini. Útprent av sms-unum til Pál & co, umframt brenning av fløgum. Arrangering av tiltaki í Keypmannahavn og í Føroyum. Alt aftur við pylsum og øl (ein rættur valdur tí tann pakkin var upp á tilboð í matarstovuni)

Bill.660

Og nú situr man í Malmø, eftir at hava fingið ein góða bita í Keypmannahavn saman við svimjiforsetanum, Páli, familjuni hjá Pál og øðrum. Kuffertið er ikki komið fram, enn, men nú havi eg so keypt skiftiklæðir inn pá rokning til tryggingina. skifta, skjótt.

Nei, songartíð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.