Friendly Games

Teir 200 hjá Kára í morgun tók siðsta djúsið úr videokameranum hjá mær, og eg var tí enn einaferð í kreppu. Einki battarí eftir, uttan at teir 800 hjá Pál eru komnir í kassan. Men hvat, har eru jú tvær bretskar gentur frá British Institute of Sport, sum taka upp til at greina teknikk fyri bretska svimjisambandið, harav tann eina tilfeldigvís brúkar Sony sum eg. So hon at fáa onkran at fáa løðaran frá hotellinum yvir á Tašmajdan.

Bill.630

So nú er battaríið á for aftur, og eftir var tí bara at finna eyka band til videotólið, og sandalir til mínar pressaðu føtur. Kuffertið liggur enn onkunstaðni í Kastrup, við so gott sum øllum tí sum eg havi skulað brúkt hesar dagarnar. Næstu ferð pressi eg 5 kg niður í hondbaggaguna, og restina í lummarnar á jakkanum. Um eg so sjálvur skal seyma eyka lummar í.

Vit at ganga og ganga. Vísti seg at vera sama lívið sum á Rhodos, at hesi fólkini sum man annars hevði trúð burdu vitað alt um sandalir, bara hava slíkar sum babba brúkti í 70-unum, ella tundur við stroppum. So vit gingu og gingu, við undantaki av onkrum stuttum pit-stoppi á eini sofu, sum ikki hevði kunnað staðið nærri at ferðsluni uttan at bilarnir tóku í.

IMG_1309

Seinni møttu vit einum fryntligum gøtuhandlara, sum kundi bjóða nýggja Hancock filmin fyri einans 150 serbiskar dinarar. Tað er umleið 15 krónur. Hann spurdi hvaðani vit vóru, og gudhjálpimær um tað ikki vísti seg at hann hevði verið í Føroyum, tá ið vit svaraðu ‘Farska Ostrva’. Vit funnu ongantíð ordiliga útav hvat hesin Dragan hevði gjørt í Føroyum, men hann hevði so verið har einaferð í 1993.

IMG_1312

So funnu vit endiliga okkurt sum líktist brúkiligum sandalum, og eg mátti so meta sum best við eygamáti, hvørjar sum mundu hóska til mínar føtur. Tí trúgvi mær, tað loysti seg ikki at lata seg úr skónum innandura. Og Jón Brian forevigaði sjálvsagt løtuna, tá ið eg endilig slapp at skifta, á einum vegjaðara á Bulevar Kralja. Við hóskandi trygdarfrástøðu, og forsegling av plastikk-posanum aftaná.

IMG_1313

Kári gjørdi tað gott í morgun, um enn tað frá mínum vinkli av sá út sum um hann amaðist í so nógv upp at banatoginum. Men nei segði hann, tað var fyri at hava nakað at medda eftir, og størsti feilur hann gjørdi í kappingini, var faktiskt sambært honum at royna at skifta yvir til hitt banatogið, einaferð. Tá gjørdist tað knappliga trupult aftur. Men hvat, flott føroyskt met við tveimum sekundum.

Í morgin verður ein stórur dagur, hvat svimjing viðvíkur. Pál er við síni tilmeldingartíð bara 11 hundrapartar frá norðurlendska seniormetinum, og hartil klárt undir stevnumetinum hjá evropeisku juniormeistarakappingini. Trý gull eru í eygsjón, men Di Giorgio vil sikkurt øgiliga gjarna bjóða av. Og Kári, hann sleppur endiliga at svimja greinina sum hann helst vil svimja.

Rás2 fer at senda eina rúgvu, í brotum í leypi av degnum, og síðani meira ella minni samanhangandi frá klokkan 16 av, føroyska tíð. Jón Brian hevur til ta tíð bandað fleiri áhugaverdar samrøður við millum annað útlendskar venjarar, og eftir síðstu kapping verður so eitt slag av pallborðsfundi við Tašmajdan, har landsliðsvenjararnir og vit fara at umrøða úrslitini her og føroyska svimjing, og tit gjøgnum Rás2 kunnu koma við spurningum og viðmerkingum. Eg gleði meg 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.