Sikken eitt kaos

Ella lat meg heldur byrja við at siga, at her eru av bestu umstøðum til skjóta svimjing. Góður hylur, sólskin, skjótt vatn og góður stemningur. Og tveir kúllar í stórform. Men fyriskipanin er farin heilt í kluddermudder, vist nokk tí at ‘tað er so tey gera her í Serbia’.

DSC00362

Elektroniska talvan er risastór og flott, men stóð bara og blunkaði febrilskt inntil tey sløktu fyri hana (ella kanska hon doyði heilt?). Tráðleyst internet skal koma, og hevur skulað komið seinastu tríggjar dagarnar, men er har tó ikki. Elektroniska tíðarskrásetingin riggar so illa, at tey ongar millumtíðir kunnu gera, og harvið reyk metið hjá 200 frí faktiskt í prinsippinum (við tað at hann svam metið sum partur av 400 frí, og vit jú tí vælsagtans mugu hava eina offisiella millumtíð, um metið skal kunna góðtakast).

Vit bíðaðu í 1½ tíma ella so frá tíð at Kári hevði svomið, til ein úrslitalisti kundi fáast frá teimum. Havi sæð kopimaskinuna, og hon er í krisu. Tónarin svansar alt til. Vit báðir Jón Brian sita við síðuna av tveimum damum frá British Institute of Sport, sum brúktu tveir dagar upp á at fáa streym til síni kamera (tær gera analysur fyri bretska svimjing). Tær hava ‘lánt’ tvær parasollir úr eini park nærhendis, so at tær ikki (sum vit báðir) mugu sita og snerkjast í sólini.

Eg mátti lána eitt stopp-ur frá Bjarnasyni nú her á døgverða, so at vit báðir Jón Brian hava okkurt at halda okkum til, ífall at talvan heldur ikki riggar nú seinnapartin. Eri eitt sindur flóvur um ikki at hava tikið eitt við sjálvur; men heilt erligt, eg stóð við tí í hondini í Føroyum, og hugsaði at “nei, tað er s’gu for hysteriskt Rókur”.

Mediarúmið hevur heldur einki internet. Men har er airconditioning, og tí rættiliga populert allíkavæl.

Fyrsti riðil í morgun mátti steðgast við tjóvstartsbandinum, av tí at onkur hevði floytað tær í gongd uttan at checka við elektronisku tíðtakanina. Men tað sigur kanska nakað um tann hóast alt góða stemningin, at hetta var einasta løta sum eg legði til merkis at áskoðararnir brokkaðu seg. Og her eru altso nógv fólk. Einir 650 svimjarar, umframt hjálparfólk og rættiliga nógvir áskoðarar.

Men hvat, fólk eru fitt, og vit føroyingar eru vanir við sovorðið. Eg blívi við við at hugsa um Rhodos, tá ið okkurt ikki riggar her. Og um hvussu gott tað tó so gekk har, hjá okkum føroyingum, meðan teir meira ordiligu bretarnir rullaðu runt í frustratión. Vit yvirliva nokk eisini hetta 🙂

3 thoughts on “Sikken eitt kaos”

  1. Fyrireikarnir í Serbia hava fingið nakrar viðmerkingar á enskum svimjiforumi, har lesarir ikki eru nøgdir við at úrslit frá kappingini ikki verða varpaði beinleiðis. Tey skriva m.a.

    “I’m underwhelmed by the results service at these champs!!! Last year they were live. Even the results from the backwater of Monterrey were live!”

    “Now we take it for granted that we can get instant results. Certainly makes following the sport more interesting. All the more disappointing to see the poor performance of this service!”

    “Good News! The results links are up.
    Bad News! They don’t work.”

  2. Av forsíðuni á http://www.simma.nu: Urusla rapporteringar från EJM, rent resultatmässigt. Inte ens resultattavlan på arenan fungerar och resultaten kommer till publiken 45 minuter efter avslutad simning. Svagt av arrangörerna och svagt av LEN att inte se till att man har riktiga anläggningar för resultatrapportering. Man satte upp resultattavlan under insimningen i morse och då förstår man att man kanske inte hade den framförhållningen som krävs för den här typen av arrangemang

  3. Sigma NS skrivar:

    “…stævnet er en lidt rodet affære. Scoreboard virkede ikke ved indledende afsnit, flere fejlstarter i indledende afsnit og en i 50 fly for herrer semifinalerne. I indledende afsnit var startanlægget en stor gang knasen i højtaleren, hvilket resulterede i at en svømmer ikke kom af skamlen. Heldigvis fik svømmeren lov til at svømme om, men ikke optimalt…”

    Gladsaxe Svøm skrivar:

    “…en udmærket start på stævnet, som har utrolig høj sportslig kvalitet, men ikke særlig høj organisatorisk kvalitet. Scoreboard var der bla. ikke noget af den første dag….”

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.