EJM skráin broytt: Nú byrja finalurnar kl 16 føroyska tíð

Sum tit kunnu lesa á forsíðuni av www.belgrade2008.org beint nú, so er orsøkin at serbiska sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá stevnuni. Finalurnar eru tí fluttar frá at byrja kl 17:30 til at byrja kl 17:00 lokala tíð, sum er ein tíma framman fyri føroyska tíð. Finalunar eru harvið framskundaðar ein hálvan tíma, til at byrja kl 16:00 føroyska tíð. Eg broyti nú skránna hjá mær her, til at passa við nýggju tímatalvuna hjá serbum.

Harvið verður tað møguliga møguligt at síggja finalurnar á internetinum!! Havi sporað meg fram til at talan er um RTS 2, har tey nú í skránni skriva “Plivanje – EP juniori, finale, prenos” frá kl 17 til 19 (lokala tíð), frá mikudegi 30. juli til (fyribils) 1. august. RTS 2 eigur at kunna síggjast á internetinum, sambært síðum sum hesa og hesa, men eg havi tíverri ikki fingið tað at rigga enn. RTS hevur sjálvt live streaming frá sínari fylgisveinarás her, ið riggar, men har skráin ikki enn er skrivað fyri hesar viðkomandi dagar. Her og her hoyrist RTS 2 beint nú (mánamorgun), men eg síggi einki.

2 thoughts on “EJM skráin broytt: Nú byrja finalurnar kl 16 føroyska tíð”

  1. Eitt sindur av bløðandi hacking, so haldi eg at eg havi funnið rásina.

    Keldan til hatta almenna omanfyri eitur “rtsp://helix.beotel.net/encoder/rts1.rm” í Real Player

    Um eg hacki tað til “rtsp://helix.beotel.net/encoder/rts2.rm”, so hoyri eg RTS 2

    Mín vón er beint nú, at hetta er ein rás sum sendir til tíðir útvarp og til tíðir sjónvarp.

    Teoriin heldur enn, tí í løtuni spæla tey okkurt klassiskt sum kundi ljóða sum Strauss, og tað passar við skránna. Kl 13 føroyska tíð fara tey at vísa ein film (Staklena menažerija , američki film), so tá ber til at kanna eftir um sjónvarp sæst eisini.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.