‘Gruppe 1’ er eldri parturin av ungu svimjarunum, sum hesa ferð kappast hjá Kvik í Kastrup, meðan hini yngru kappast hjá Hørsholm Svømmeklub.
Tey í Kastrup eru klár við startlistanum her á livetiming.dk, sum bendir á at føroyingarnir fáa ein harðan dyst. Havi skimmað listan skjótt í gjøgnum, og dugi ikki at síggja at okkara nakra staðni sníkja seg veruliga langt upp móti toppinum. So well, tað verður mest kapping um at seta persónlig og føroysk met 🙂
Startlistin úr Hørsholm er ikki klárur enn, men teirra síða á livetiming er so her.
í Kastrup
Poula Mohr (95) og Birita Debes (95) hoyra til bólk 3 í føroyum, meðan Astrið Foldarskarð (94), Helena Sævarsdóttir (94) og Monika Biskopstø (94) hoyra til bólk 4, og teir báðir Bjarni M. Petersen (92) og Jón Hofgaard (92) hoyra til bólk 5.
Hóast gruppe 1 umfatar bæði dreingir 92/93 og gentur 94/95, so kappast hvør árgangur fyri seg. Tað vil siga at t.d. Poula og Birita koma á ein úrslitalista, meðan hinar tríggjar koma á ein annan.
Eg havi ikki skrivað nakað bólkamet út fyri liðsvimjingarnar, av tí at eg ikki veit um venjararnir velja at skipa hesar so at til ber at seta føroyskt met. Kravið er at einans éin svimjari er úr yngra bólkinum, so talan má tá vera um at tær tríggjar Helena, Monika og Astrið skulu svimja.
Sí http://www.livetiming.dk/program.php?cid=145
Føroyingar eru sum í ‘gruppe 1’ yvirhøvur nokk so niðarliga á listanum, men tó so er Magnus Jákupsson seedaður sum nr 2 í 200 rygg við 2:20.20 (nr 1 svimur 2:20.02), og sum nr 1 í 100 rygg við 1:04.46.
Á FM varð kunngjørt, hvørji skuldu luttaka í DÅM 2008.
vil bert ynskja tykkum góda eydnu til kappingina, hevdi sjálvur ætlanir um at koma at hyggja, men fái tíanverri ikki tíd, gott at livetiming er uppfunni.
í Hørsholm
Tað sær út til at kjansurin fyri bólkametum er rættiliga nógv hægri her, umframt at serliga Magnus Jákupsson hevur møguleika at gera vart við seg millum teir bestu.