Summi kunnu taka testosteron uttan at tað sæst í dopingroyndum (!)

The New York Times skrivar her um eina kanning sum svenskarar hava gjørt, har tey góvu 55 royndarpersónum innspræning við testosteron (mannligt kynshormon), og síðani testaðu tey við vanligu dopingroyndini. Heilir 17 av teimum vístu eingi tekin upp á doping, av tí at teir høvdu eina serliga samanseting av ílegum. SwimNews skrivar eisini nógv um hetta her, í grein um m.a. tað at Gary Hall Jr. er so bersøgin um doping í svimjing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.