Fyrradagin settu avstralsku Libby Trickett og Leisel Jones nýggj stuttbana heimsmet á svimjistevnuni Australian Grand Prix, í ávikavist 100 firvald og 100 bringu hjá kvinnum. Libby Trickett svam 55.74 í firvald har 14 daga gamla metið hjá Feliciu Galvez var 55.89. Og Jones betraði um sítt egna met í 100 bringu, frá 1:03.86 til 1:03.72.
Í gjár svam franski Amaury Leveaux so nýtt evropeiskt met í 50 frí hjá harrum, í eini tíð sum fyri einum mánaða síðani hevði verið fantastiskt heimsmet. Hetta var á fronsku úttøkustevnuni til OL, har Leveaux vann við met tíðini 21.38, og Alain Bernard gjørdist nummar tvey við 21.69. Bernard setti sum kunnugt heimsmet í síðsta mánaða við tíðini 21.50, sum síðani varð tikið av avstralska Eamon Sullivan við tíðini 21.28.
Tað er vilt sum summi betra seg í løtuni. Hasin Amaury Leveaux hevði í 2007 bestu tíð 22.80, í 2006 bestu tíð 22.93, men svimur nú 21.38
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=6095
So tann nýggja frá TYR er altso á hædd við Speedo LZR
On the first days of competition at the 2008 French Olympic Trials, athletes have proven successful results in Tracer Rise. Amaury Leveaux set a new French National Record and swam the World’s 2nd Fastest Time for 2008 in the 200m Freestyle
http://swimming.about.com/od/swimsuits/qt/tyr_tracer_intr.htm