Kanada sett bann ímóti nýggju Speedo draktunum

Kanadiska svimjisambandið hevur sett bann ímóti nýtslu av hesum nýggju Speedo LZR Racer draktunum á kanadisku úttøkustevnuni til olympisku leikir; fyrst og fremst tí at øll ikki hava møguleika at skaffa sær eina til stevnuna, men eftir øllum at døma eisini tí at tær eru so dýrar. Í Bretlandi hava tey trupulleikar av at landsliðssvimjarar hava fingið draktir, meðan onnur ikki kunnu náa at fáa eina áðrenn teirra úttøkustevnu. Og amerikanska NCAA ætlar eisini at forbjóða draktunum, til hon er tøk hjá øllum.

Lesið her á SwimNews, eisini tí at har stendur meira um hvussu draktin virkar. Speedo sigur at draktin minkar um ‘drag’ mótstøðuna við 5%, altso snøgt sagt ger svimjararnar hálari í vatninum (partvíst vegna hávahúð, og partvíst tí at samantrýsti kroppurin ristist minni). Hartil hjálpa bondini í draktini onkunsvegna eisini 5% uppá oxygenupptøkuna, og síðst (men absolutt ikki minst) viðførir ‘korsettið’, at svimjararnir hava lættari við at halda røttu kroppslegu.

“The Morning Swim Show” hevur eisini eitt frítt tilgeingiligt filmsbrot her á swiminfo, har tey umrøða alt hetta runt draktina, umframt hvør sum fer at klára seg best á OL í 50 frí (hjá monnum), og annað.

2 thoughts on “Kanada sett bann ímóti nýggju Speedo draktunum”

  1. Alright, um hatta við korsettinum passar, so fari eg at vera djarvur og siga “snýt”!

    Hatta er jú nakað sum vit øll halda vera torført, og sum vit tí stríðast við dag og dagliga í hylinum, umframt við búk og ryggøvilsum á landi. Eg skilji væl at man bara kann seta bardunir á svimjararnar, til at tryggja røttu kroppslegu, men her haldi eg altso at man skal lata talent og styrki ráða.

  2. Prát í sambandi við NCAA, har tey nú (eisini) hava sett bann í móti draktini. Teir flestu venjararnir halda hana vera OK, so leingi (men bara so leingi) sum allir svimjarar hava atgongd til hana.

    Richard Quick sigur rættiliga klókt, at um draktir ikki høvdu loyvi at gerast betri, so høvdu vit øll enn svomið í ulldraktum sum Johnny Weissmuller á sinni. ‘Tað sama hendi við lycra draktunum í 70’unum. Tá ið vit fóru í lycra draktir fyri fyrstu ferð, reyk hvørt einasta amerikanska met, bara soleiðis, á éini stevnu’.

    So tosar ein Frank Busch eitt sindur svart (men ógvuliga áhugavert) móti endanum, um at draktin vist nokk er best egnað til ávísar kroppstypur, og at tað við flótingini eisini ger at hon er betri egnað til summi enn til onnur.

    Eg sigi ‘svart’ her, tí hann leggur út við at siga at ‘eg vildi verið naivur um eg ikki helt at draktin ávirkaði svimjingina upp á ein góðan máta’, og síðani fer í holtur við egentliga at kritisera hana, við hasum at summi fáa størri fyrimun enn onnur. If you wore the suit and I wore the suit maybe it is more beneficial to your body type, than that would not be a level playing field and that is number one.

    Lesið her á SwimNews

    Eg (Rókur) fór faktiskt tilfeldigvís at hugsa um hatta fyri nøkrum døgum síðani. Hugsaði um fysikkin hjá Bernard, og um hvussu vit ofta síggja at júst sovorðnir vøddamenn hava trupulleikar við miðjuna og kroppsstøðuna. Eg havi í øllum førum havt onkran svimjara sum hevði torført við at halda miðjuna upp á pláss, hóast viðkomandi absolutt var nóg sterkur nokk.

    Veit ikki hví… kanska man ikki tímir at tvæssa við kroppstøðu um man allíkavæl er sterkari enn hinir, ella kanska var miðjan ov veik í mun til restina. Í øllum førum kann eg fyristilla mær, at tað má vera befríandi hjá einum sovorðnum svimjara bara at kunna spola avstað við ørmum og beinum, og so lata draktina um at halda miðjuna og kroppsstøðuna upp á pláss.

    Men um so er, so er tað væl ikki rættvíst yvir fyri teimum sum til nú hava havt fyrimun hóast minni vøddar, tí tey duga at stýra miðjuna.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.