3 thoughts on “Bernard betrar um sítt met í 100 frí”

  1. Stefan Nystrand hevði steinandlit og segði bara ‘eg vil ikki tosa um kappingina’, tá ið journalistar vildu tosa við hann eftir teir 100. Magnini helt at ‘Bernard man hava funnið tey røttu vitaminini’. Báðir sóu heldur ókomfortablir út á heiðursmerkjaplattinum aftaná.

    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5941

    Craig Lord skrivar nógv meira har á SwimNews, um tal á tøkum og tílíkt. Bernard hevur ‘veingjaspenni’ á 2.05 metrar, hann tók 33 tøk fyrstu 50 og 39 næstu. Hann hevur hvílupuls á 48. Og so var hann í LZR draktini.

    Bernard sjálvur sigur um viðmerkingina hjá Magnini, at ‘eg drekki vatn, og tað er so tað’. Og sigur so annars ‘bíða bara til eg havi niðurtrappað’. Hann fekk hvílu áðrenn EM, men ikki eina veruliga niðurtrapping.

    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5942

    Og so fáa vit nøkur ting afturat at vita um hann. Hann er 196 cm høgur og vigar 88 kg. Hann venur 6-7 km í hvørjari venjing, og vanliga 50 km+ tilsamans (vælsagtans um vikuna). Hann klárar 130 kg í bonkpress.

    Og so eru eini onnur áhugaverd tíðindi har, sum eg tó tíverri ikki ordiliga fái greiðu á sjálvur. Má fara at hyggja at videoini aftur:

    One of the most striking things about Bernard’s performance was the start. Not the party off the block but the trajectory and the momentum gained: within three to four strokes Bernard had swum to a head and shoulders lead and was on a roll much faster than his rivals. ‘The entry is important and the momentum gained,’ said Auguin. ‘He is good at that but his start off the block can be improved.’

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.