Evropeiskt met til Alexander Dale Oen

Bæði norski Alexander Dale Oen og franski Hugues Duboscq fóru undir minuttin í 100 bringu á langbana í dag, tá ið Alexander svam 59.76 og Duboscq 59.78. Norðmaðurin setti harvið fyrsta evropeiska met hjá einum norðmanni nakrantíð , og varð eisini fyrsti norski mannligi evropameistari (Irene Dalby varð evropameistari í 1991). Russiski Roman Sludnov átti gamla metið á 59.95, sum hann setti í 2001. Lesið her á SwimNews.

(eingin video at finna enn, men her er ein prát við hann eftir 200 bringu…)

Alexander er nú triðskjótasti bringusvimjari nakrantíð, aftanfyri amerikanska Brendan Hansen (59.13) og japanska Kosuke Kitajima (59.53). Og Duboscq stakkalin, hann nummar fýra, bara tveir hundraðpartar aftanfyri Dale Oen, men varð hvørki evropameistari ella evropamethavari av tí.

Serbiski Milorad Cavic setti eisini sítt næsta evropeiska met í 50 firvald á hesi stevnu, við tíðini 23.11. Har varð tað so óheppið at danski Jakob Andkjær bara gjørdist nummar 5, hóast hann lá til at gerast nummar trý eftir semifinalunum. Cavic var forrestin ikki nøgdur við sína tíð; innslagið kiksaði, og hann helt at um tað bara hevði sitið ordiliga, so hevði tað kanska verið heimsmet í staðin.

Lesið eisini her á SwimInfo: http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17531.asp

5 thoughts on “Evropeiskt met til Alexander Dale Oen”

  1. Alexander Dale Oen venur gott nokk umleið líka nógv uttanlanda í dag sum heima, men hann hoyrir til felagið Vestkantsvømmerne í Bergen. Halló føroyingar, fittur og skilagóður venjari og alt, og tey sleppa enntá at rógva kajak, gera fimleik og alt møguligt annað eisini, tí tað stuðlar undir svimjingina.

    http://www.vestkantsvommerne.no/

  2. Uha, Milorad Cavic fór á heiðursmerkjaplattin í eini T-shirt við áskriftini “Kosovo er serbiskt”. LEN skal fundast í kvøld um hvønn straff hann skal fáa fyri hetta. Lesið her á SwimNews.

    Videoin her vísir ikki T-shirtina men svimjingina, hóast yvirskriftin á YouTube er “Milorad Cavic – Kosovo je Srbija”. Men hitt kemur nokk fyrr ella seinni.

    Jyllandsposten og Ekstra Bladet hava myndir av kúllinum

    http://jp.dk/sport/article1300293.ece
    http://ekstrabladet.dk/sport/anden_sport/anden_sport/article986748.ece

    1. LEN hevur avgjørt at banna Milorad Cavic frá meira kapping á evropameistarastevnuni í Eindhoven. Craig Lord heldur her í tíðindunum á SwimNews at tað var ein yvirreaktión av LEN, og serbar eru sjálvsagt svakir. Og LEN hevur eisini kloddað eitt sindur í tí, tí eftir øllum at døma vundu tey skeiva flagg á stong undir heiðursmerkjahandanina.

      Her er heiðursmerkjahandanin

      Leggið til merkis at Cavic lyftir eitt flagg upp við einum vápnaskjøldri á (tað er serbiska), meðan tað sum LEN vindur á stong einki vápnaskjøldur hevur (tað er vist nokk tað gamla jugoslaviska).

      Milorad Cavic er forrestin føddur og býr í USA.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.