Innbjóðing til Klaksvík National 2008

Svimjifelagið Ægir bjóðar nú til sprintstevnu í Klaksvík 15. mars 2008, fyri bólkar 3, 4 og eldri. Kappast verður bert á teimum fýra 50 metrunum, umframt í 50 metra stafettum, við innleiðandi svimjing um morgunin og so finalur seinnapartin. Skipað verður eftir øllum at døma fyri ymiskum spennandi í pausuni eisini. Sí viðfestu innbjóðing.

2 thoughts on “Innbjóðing til Klaksvík National 2008”

  1. Jadada, eg má viðganga at eg helt ikki so nógv um hugtaki sprintkapping tá ið eingin vil hava eina langteina kapping burturav (400, 800 & 1500) Men JMP, hatta sær spennandi út 😉

    Vónandi vil føroysk svimjing taka ímóti einari ella fleiri langteinakappingum næsta kappingarár. Eg veit at Jon Hestoy arbeiðir við 5000m kapping, og tað er reint guff. Ja kanska Rókur og Rúni vera við? hehe

  2. Klaksvík National verður avgjørt ein kapping við fullum programmi til næsta ár. Kalendarafundurin hevði lagt hesa kappingina út, men ikki hvat hugskotið var aftanfyri og vilja vit tí brúka hana sum eitt slags PR fyri svimjing;)

Leave a Reply to JMPoulsenCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.