Internetið verður bara betri og betri, nú fólk leggja tað tey eiga av gomlum videoum á YouTube og líknandi. Far til dømis her á olympic.org og hygg at gomlum videoum av Duke Kahanamoku, Johnny Weissmuller, Janet Evans og Mark Spitz, ella hygg til dømis her á YouTube til at síggja hvussu kvinnubúnin hevur flutt seg frá heildrakt til heildrakt:
Vit høvdu jú hina frammi herfyri, um hvussu svimjarar sum Don Schollander og Dawn Fraser svumu crawl og rygg og annað gott uttan brillur á OL í 1964:
Eg fann okkurt brot við Mark Spitz á YouTube, men góðskan har er verri enn so góð sum tann t.d. her á google.video.com, sum er nágreiniliga sama video, í betri góðsku, men uttan møguleika hjá mær at vísa beinleiðis her á heimasíðuni.
Her er eitt stutt videobrot av kvinnuligum firvaldasvimjarum anno 1956, sum eg heldur ikki fái lagt inn sum video her á heimasíðuni. Stuttligt at síggja hvussu tey egentliga svumu tað heilt hampuliga ókey, longu tá í 1956, hóast greinin var so ung. Sambært Wikipedia her var 1956 fyrsta OL har firvald var serstøk grein.
Her er ein video í góðari góðsku frá OL 1984 finaluni í 200 firvald, har risin Michael Gross doyr fullkomiliga teir seinastu 25 metrarnar.
Til tykkum sum ikki hava aldur til at minnast slíkt, so var OL 1984 teir coolu Olympisku Leikirnir, har setanin m.a. hevði ein mann sum fleyg inn við einum ‘jetpack’ á rygginum: