Landsliðslega í Íslandi nú fyrst í januar

Landsliðsvenjarin Brian Marshall bjóðar nú sambært ssf.fo til fyrstu landsliðslegu í Íslandi, at verða vikuskiftið 4. til 6. januar 2008. Úttikin eru Shaila millum Garðarnar, Bjørg Seloy, Pál Joensen, Kári á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr. Tey fara úr Vágum fríggjadag 4. januar og koma so aftur mánadag 7. januar. Úttiknu svimjararnir hava fingið beinleiðis bræv við nærri upplýsingum um ferðina.

10 thoughts on “Landsliðslega í Íslandi nú fyrst í januar”

  1. Var tað ikki B-liðið, sum skuldi á venjingarlegu í Íslandi??? Eftir kravtíðunum at døma, skuldi tað verði Shaila millum Garðarnar, Pál Joensen og Kári J. á Høvdanum, sum skuldu avstað. Men um tað er broytt, hvussu so við Danjal Martin Hofgaard?

    1. Ja, handan útveljingin undraði eisini meg, og eg gitti tí bara at har kanska vóru nøkur sum longu høvdu meldað frá, uttan at tað bleiv upplýst í tíðindunum. Til dømis Mona Simonsen og Jutta Thomsen. Men eg veit slettis ikki, og havi heldur ikki kannað málið nærri.

      Men nú er áhugaverd grein her (og her) á susvim, sum viðger nýggju kravtíðirnar. Sambært henni eru kravtíðirnar ikki longur fastlagdar til so og so nógv FINA-stig, men skifta soleiðis sum landsliðsvenjarin nú einaferð heldur tað skal vera.

  2. Men ikki sum hann sigur í e-mail til Susvim. Har passar als einki, og hvussu hann vil forklára tí, ja tað verður sikkurt ein verri umgangur.

    Skuffaður, kann ikki greiða frá mínari støðu beint nú. Ein avtala sum inniheldur eitt so stórt potentiali, koyrur av skriðuni til.

    Tak tildømis innbjóðing til venjingarleguna. Eg spurdi Shailu í gjár, og Pál í morgun til venjing, um tey høvdu hoyrt nakað um venjingarleguna “Úttiknu svimjararnir hava fingið beinleiðis bræv við nærri upplýsingum um ferðina” Men nei, tey vita av ongum, hava einki hoyrt. Skrivaði so rykkjara til Marshall, fái einki svar (einki nýtt har) men ssf sendur so mail í morgun, ein mail tey hava fingi 21. desembur, har okur vera biðin um at boða Íslandi boð aftur seinast hósdag 27. desembur um okur koma ella ikki ? Tað var í gjár ??? Hvat skal ein siga ?

    Alt hettar skal skiljast sum, at mínir svimjarir hava eingi boð fingi um venjingarlegu í Íslandi. Ikki eitt orð.

    1. Eg síggi at føroysku landsliðskravtíðirnar til VM sum tit seta upp her á susvim.com eru tær somu sum íslendarar hava til sítt ‘afrekslandslið’ ísv EM á lang- og stuttbana (uttast til høgru her á sundsamband.is)

      Kravtíðin til føroyska venjingarlegu í Íslandi er so sambært mínum útrokningum tann kravtíðin pluss 2%, og til venjingarlegu í Føroyum pluss 4%

      Íslendarar skriva okkurt um hvussu teir rokna út sínar kravtíðir niðast her á sundsamband.is, men eg veit ikki. Ivist mest í um tey brúka úrslit úr 25 metra hyli ella 50 metra hyli, og troyttaðist av at leita eftir gomlum úrslitum.

      Men teimum dáma væl hatta har við at leggja prosent afturat. Síggi her seinast í skjalinum um kravtíðir hjá íslendska ungdómslandsliðnum, at tey har hava ein heilan trappustiga við prosent-satsum.

      Hvørjar eru kravtíðirnar hjá føroyska ungdómslandsliðnum?

      1. Tá ið Brian var spurdur um føroysku kravtíðirnar til HM í Manchester, svaraði hann í e-mail, at tær vóru 3% frá 16. plássi frá seinastu 3 HM kappingunum í 25m hyli. Og til tað kann eg bara siga TVÆTL!

  3. Nå men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

    Haldi ikki eg havi hildið nakað verið so komiskt (haha) sum velmaktin, vit eru limir í….. flennimusklarnir halda ikki til hetta nógv longri. Hetta er í allar besta Monty Python stíli. Keep it goin´… you´re killin´ me

    1. Hvønn er tað gott fyri ?

      Sum eg síggi tað, so er svimjingin tann stóri taparin, og vónandi er tað ikki tað SSF hevur í huganin tá ið avtalir verða gjørdar við Ísland. Føroyar hevði eitt NÓGV betur NJM enn Ísland, hvat kunnu tey so læra okkum ? Tey eru nógv fleiri enn okur, hava fleiri 100% betur umstøður til at venja í, men tapa allíkavæl…. hví man tað verða ?

      Tað einasta sum okur høvdu at vinna burtur úr einari tílíkari avtalu, var langbanin, men nú ser hann eisini út til at hvørva. Gloym Ísland, arbeið meira intenst fyri einum langbana her í Føroyum, and let´s move on!

      Tað er kanska ikki bara láturin JMP hugsar um? Kanska tú meinar at tað er gott fyri Ísland at okur tíma at lána teimun okkara talentir ?

  4. Hvør hoyrir til hvar og hvat hvør meinar um tað ymiska, eri eg eftir hondini rættiliga líkaglaður við. Nú hugsi eg um mítt felag og bara tað. Vísa tingini seg ikki at harmonera, so fer tað ikki at ganga út yvir míni…vit hava ov nógv at arbeiða við her og fyri mítt viðkomandi steðgar einki upp. Vit síggja frameftir og ætli eg ikki at leggja the final touch í hendurnar á nøkrum øðrum enn mær sjálvum.

    1. Um okur bert hugsa um okkum sjálvi, so er ein vandi fyri, at okur ein dag standa uttan kapping, og so mennast okur ikki. Eg haldi ikki at tað er ov nógv at krevja, at okur fáa at vita hvat í planurin fyri framtíðina inniheldur. Og hví kravtíðirnar eru so ótíðarhóskandi, og illa passandi fyri støði í føroyskari svimjing. 3 seniorar og 2 unglingar til venjing í Íslandi, tað er alt ov vánaligt. Og eg haldi at trupuleikin kemur frá kravtíðunum, og vantandi kommunikation ímillum SSF og feløg/venjarar. Mangan verður tosa um, at hava fingurin á pulsinum, um ikki annað so fyri at vita hvat og hvussu, men her er næstan eingin pulsur beint nú… tíverri.

  5. Tú misskilur. Sjálvandi skulu vit hava endarnar at røkka saman, men nær hevur tað verið nakað annað enn solo-túrar í okkara ítrótti? Vit kunnu ikki liva uppá at nakar annar tekur okkara sleb og koyrir okkara løb. Tað hevur ikki fungerað við landsliðnum í mannaminnir og tá tað vísir seg, ikki at “gi´ pote” gjøgnum hegvi stríð, er tað ikki nakað man kann satsa uppá í longdini. Gott Kári hevur Ægir……….umformulerað citat

    Hareftir skal leggjast afturat, at man sær fram til eitt stabilt, trygt og seriøst landslið

Leave a Reply to JMPoulsenCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.