Elspa danskur juniormeistari

Móð og troytt av shopping frætta vit at føroyingar hava gjørt eitt ordans hál á DKM. Pál svam 800 frí á 8:06 sum var betri enn nakar danskur juniorur og væl og virðiliga føroyskt met. Elspa hevur sett føroyskt met í 50 frí, 400 frí og 200 rygg, og vann her silvurheiðursmerki sum ‘dani’ í 200 rygg og 50 frí, við tað at hon luttekur fyri WestSwim. Men í 400 frí varð hon nr 1, og er hervið offisielt danskur juniormeistari!

One thought on “Elspa danskur juniormeistari”

  1. Nú er Evropa rankingslistin fyri 2007-2008 hjá unglingum gott nok ikki nógvar mánaðir gamal, men fakta er at Pál er nr.1 í 800m frí við tíðini hann svam til DKM, hann er 3 sekund betur enn nr.2 sum er frá Pólandi.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.