Í samband við við at Harry og Emma Hansen gevast eftir drúgva tænastu í svimjihøllini á Toftum, verður høvi at heilsa uppá tey í veitsluhølinum á Vesturskin nú mánadagin 1.oktober frá kl. 15 – 17. Sí heimasíðuna hjá Nes Kommunu.
(ja eg veit at hetta er nokk so lokalt, men tá ið eg nú sá tað á tsvim.com fyrst 😉
Vil bara nýta høvið at siga at tað var sera hugnaligt at heilsa uppá Harry og Emmu og ikki minst øll tey svimjifólkini á Toftum.
Aksel, Sigurd og eg prátaði nógv suðuraftur um tey fyrstu fetini í mars 1983, ið seinni bleiv til Svimjifelagið Flot.
Vegna okkum tríggjar, takk fyri.
Jon
Tit vóru nú teir raskastu, at koma tøffandi allan vegin úr Havn 🙂