Innbjóðing til Odda stevnu 2007

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til Odda stevnu í Vági, nú leygardagin 22. september. Eg veit tíverri ikki so nógv um stevnuna, annað enn at hon sambært Reidari verður fyriskipað so at norðingar kunnu koma suður og norður aftur leygardag, uttan altso at skula sova har ella nakað. Nýggjar tíðir, nú øll verða bleytari og bleytari av teimum mongu tunnlunum.

Viðfest er kappingarfílan til stevnuna. Hon er ætlað at lesa inn í tilmeldingarforritið WinGrodan, og tí eitt sindur kryptisk at lesa; men eg kann avdúka at skráin er hendan:

  1. 25 firvald gentur
  2. 25 firvald dreingir
  3. 25 rygg gentur
  4. 25 rygg dreingir
  5. 25 bringa gentur
  6. 25 bringa dreingir
  7. 25 frí gentur
  8. 25 frí dreingir
  9. 50 firvald gentur
  10. 50 firvald dreingir
  11. 50 rygg gentur
  12. 50 rygg dreingir
  13. 50 bringa gentur
  14. 50 bringa dreingir
  15. 50 frí gentur
  16. 50 frí dreingir
  17. 4×50 frí gentur
  18. 4×50 frí dreingir

Stevnan er fyri bólkar 1 og 2, og vit kunnu tí loyva okkum at gita at tær stytru kappingarnar eru til yngra bólkin, og at bólkur 2 so svimur allar 50 metrarnar aftaná. Um ikki, so rætti eg her so skjótt sum onkur rættar meg. Takk fyri Treshold 🙂

3 thoughts on “Innbjóðing til Odda stevnu 2007”

  1. Øll svimja 25 & 50m um tey vilja 🙂

    Bólkur 1 & 2 svimja ímóti hvørjum øðrum, úrslit koma í bólkum. So minnist til tilmeldingartíðir um tykur ynskja at onkur newbie í bólki 1 ikki skal svimja ímóti eitt nú einari sera sera sterkari Óluvu úr Reka. Liðsvimjingin er opin fyri bólk 1 & 2 saman.

    Vælkomin til Vágs 🙂

    1. Takk fyri og sorry, hetta er bara ikki mín dagur í dag. Og tú skuldi sæð feilirnar eg geri á mínum veruliga arbeiði 😉

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.