Aqua Clinic er ikki bara fyri venjarar

Danska svimjisambandið skipar hvørt ár fyri eini ráðstevnu um svimjing, sum serliga elituvenjararnir hava tikið til sín. Har eru áhugaverdir fyrilestrar, framvísingar í hyli og høll, gott kjak, umframt at luttakararnir dúgliga ‘networka’ í pausunum. Men leiðararnir eru eitt sindur trekari at fáa við, og svimjisambandsformaðurin Kaj Aagard rópar tí varskó í bloggi sínum á svoem.dk.

Aagaard skrivar at hesar ráðstevnur eru neyðugar um donsk svimjing skal upp ‘í næsta gear’, tí at tað er her man heintar fakliga vitan, inspiratión og góð hugskot. Umframt at ráðstevnan er eitt gott høvi at skapa netverk til onnur svimjifeløg. Hann biður tí feløgini um at stuðla upp undir ráðstevnuna, við at luttaka eisini við leiðarum.

Nú havi eg persónliga ongantíð luttikið á leiðarapartinum, men kann sum venjari bara skriva undir uppá at venjaraparturin av ráðstevnuni í øllum førum livir upp til hasi lyftini. Inspiratiónin fer upp, tú fært altíð okkurt gott hugskot heim við tær aftur, og ‘netverkini’ vísa seg ofta at geva úrslit eisini leingi eftir ráðstevnuna, tá ið tú møtir hesum somu fólkum á stevnum í Danmark og aðra staðni.

Høvuðssíðan hjá Aqua Clinic er her á svoem.dk.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.